Badminton
Um vikuskiftið var Tórshavn Open spælt í badmintonhøllini í Havn. Undirtøkan var sera góð - heili 80 leikarar undir 15 ár møttu leygardagin og sunnudagin luttóku 30 unglingar og vaksin. Leikt var í einmansleiki. Tey vaksnu kappaðust eisini í blandaðum tvímansleiki.
Fleiri steyp fóru til Fuglafjarðar, har serliga nógvir ungir evnaríkir dreingir eru. Í Vestmanna eru tað serliga genturnar, ið hava skarað framúr, men har eru nú eisini yngri dreingir ið vinna heiðurspláss. Hjá HBF - har talentmenningin nú er komin í fastar karmar - hilnaðist eisini væl hjá teimum ungu.
Úrslitini frá kappingini vóru hesi:
Tórshavn Open, úrslit
Gentur U9
Sólfríð H. Joensen, VíF nr. 1
Hildur Niclassen, VíF, nr. 2
Dreingir U9
Sámal Joensen, ÍF nr.1
Sjúrður Olsen, VíF nr. 2
Gentur U11
Rannvá D. Carlsson, HBF nr. 1
Lilja Luid, HBF nr. 2
Dreingir U11
Arnold Kristiansen ÍF nr. 1
Áki Egilsnes, VíF nr. 2
Gentur U13
Birita Poulsen, VÍF nr. 1
Elisabet Skaalum Mikkelsen, HBF nr. 2
Dreingir U13
Ari Ó. Ellingsgaard, ÍF, nr. 1
Leivur Joensen, ÍF nr, 2
Gentur U15
Hanna Elisa Óladóttir Arge, HBF nr. 1
Sigrid Dalsgaard, HBF nr. 2
Dreingir U15
Jóni B. Christiansen, HBF nr. 1
Ari J. Ellingsgaard, HBF nr. 2
Kvinnuunglingar
Brynhild Djurhuus Carlsen, HBF nr. 1
Óluva Bærentsen, ÍF nr. 2
Mansunglingar
Flóvin Skaalum Mikkelsen, HBF nr. 1
Reidar Luid, HBF nr. 2
Kvinnur
Guri Poulsen, HBF nr. 1
Guðrun Poulsen, VÌF nr. 2
Menn
Aksel Poulsen, HBF nr. 1
Niclas Eysturoy, HBF nr. 2
Blandaður tvímansleikur
Niclas Eysturoy og Guri Poulsen, bæði frá HBF nr. 1
Rógvi Poulsen HBF og Guðrun VíF, nr. 2