Ein meiningakanning, sum ein kanningarstovnur hevur gjørt fyri trý norsk bløð, vísir, at 49,6 prosent av norsku veljarunum taka undir við, at Noreg fer upp í ES. Tað eru 0,5 prosent fleiri enn í seinastu kanning, og so stór hevur undirtøkan fyri limaskapi ikki verið í nakrari aðrari kanning hjá stovninum, sigur norska útvarpið.
Men kanningin vísir eisini, at tey, sum siga nei til ES-limaskap, eru fleiri nú, enn tá spurningurin varð reistur seinast. Nú siga 36,4 prosent nei. Í seinastu kanning var hesin parturin 33,9 prosent. 14 prosent hava ikki tikið støðu.
Í undanfarnum kanningum hava tey flestu av teimum yngru verið ímóti norskum limaskapi í ES, men hetta er broytt nú. Eftir teirri nýggju kanningini taka 46 prosent av teimum, sum eru yngri enn 30 ár, undir við limaskapi í ES, meðan 39 prosent eru ímóti.