Nógv bendir á, at avvarandi hjá teimum 118, sum doyðu í flogvanlukkuni í Linate-floghavnini í Milano síðsta heyst, kunnu vænta sær metstórt endurgjald.
- Eg dugi ikki rættiliga at siga, hvar vit enda, men talan er í hvussu er upphæddir, sum eru langt oman fyri tað, sum vit eru von við í Norðurlondum, sigur svenski sakførarin Stephan Eriksson. Saman við øðrum sakførarum umboðar hann tey avvarandi hjá 42 fólkum, sum doyðu í vanlukkuni í Linate. Í arbeiðinum hava sakførararnir havt samband við kenda amerikanska sakføraravirkið Podhurst, ið verður roknað millum tey fremstu, tá talan er um endurgjaldskrøv av hesum slagnum.
Høvuðsendurgjaldskravið verður lagt ímóti amerikansku flogverksmiðjuni Cessna, tí eitt lítið flogfar av hesum slagnum kom út á breytina, sum eitt flofar hjá SAS kom eftir. Av tíat Cessna er amerikanskt, verður tann parturin av endurgjaldskravinum reistur í USA. Podhursat hevur áður havteitt endurgjaldskrav ímóti Cessna eftir eina vanlulkku í Florida, sum kostaði 110 mannalív. Ta ferðina eydnaðist tað at fáa flogverksmiðjuna at rinda teimum avvarandi næstan tvær milliardir krónur.
Stephan Eriksson, sakførari vil ikki siga, hvussu stórt endurgjald teir fara at krevja frá Cessna, men sambært svenska Svenska Dagbladet er talan um 2,5 milliardir krónur.
Endurgjaldskravið ímóti Cessna er bert eitt av fleiri, tí krøv verða eisini løgd ímóti italsku loftferðslumyndugleikunum, eftirlitinum í Linate-floghavnini, týska felagnum, sum átti Cessna-flogfarið og ímóti SAS. Stephan Eriksson sigur, at tað verður kortini Cessna, sum skal rinda nógv tann størsta partin av endurgjaldinum, kanska millum 60 og 80 prosent.
Higartil hava avvarandi hjá teimum 118, sum doyðu, fingið góðar 200.000 krónur frá SAS, 30.000 krónur frá landspartamyndugleikunum í Lombardia og 90.000 krónur frá býráðnum í Mailano.