Hóast tær stríddust tað, sum tær vóru mentar, so beyð ikki bøtur. KÍ kvinnurnar fingu rættuliga oyruni í maskinuna, tá ið tær týskvøldið vóru í fyrstu royndini í Europa Cup umfarinum, sum í hesi vikuni er á skránni í hollendska býnum Sessenheim.
Mótstøðuliðið í fyrsta dystinum var eingilska meistaraliðið Fullham, ið verður styrkismett millum tey tíggju bestu í heiminum. Hjá Fullham var eingin slingur í valsinum. Tær tóku uppgávuna ímóti KÍ í fullum álvara, og tær vunnu 8?0, eftir at tað í steðginum hevði verið 4?0.
KÍ hevði ein møguleika at gera mál, men bólturin streyk framvið málinum.
? Vit mugu bara ásanna, at tað fyrst og fremst var í kropsligu styrkini, at munurin var so ógvuliga stórur, staðfestir Jón Harald Poulsen, KÍ venjarin, úr Hollandi. Tá ið mótstøðan brádliga er av hesum kalibrinum sást tað týðuliga, at KÍ kvinnurnar ikki plaga at fáa nakra serliga mótstøðu í heimligu kappingunum.
Í landskappingini og steypakappingini heima á landi fær KÍ liðið so lítla mótstøðu, at flestu dystirnir enda við tvísifraðum tølum.
8?0 tapið ímóti eingilska meistaraliðnum er tað størsta, sum KÍ hevur lagt rygg til í stuttu Europa Cup søguni hjá føroyskum kvinnufótbólti. Søgan gongur bara tvey ár aftur í tíðina, og KÍ er einasta liðið, sum hevur umboðað Føroyar.
Í kvøld skal KÍ spæla ímóti hollendska meistaraliðnum Leede. Leygardagin verður moldoviska meistaraliðið FC Codru á skránni. Alt bendir á, at tað verður í síðstu royndini, at KÍ fer at hava møguleikan at vinna. Mikukvøldið vann Leede stórt á FC Codru.
Í teimum seks dystunum, sum KÍ tey bæði undanfarnu árini hevur spælt í Europa Cup, hava tær tapt fýra og vunnið tveir. Størsta tapið undan ferðini til Hollands var í Umeå í Svøríki fyri einum ári síðani. Tá vann heimaliðið, sum seinni gjørdist Europa Cup vinnari, 7?0 á KÍ. Í fjør tapti KÍ 4?0 ímóti Sparta Prag, og í 2001 tapti KÍ tvær ferðir 4?0 ? ímóti HJK Helsinki, sum hevði heimavøll, og ímóti italska meistaraliðnum Torres.
Leygardagin fer KÍ at stríðast fyri at vinna triðja Europa Cup sigurin. Í fjør vunnu tær 2?0 á Tallinn úr Estlandi, og í fyrraárið vunnu tær 2?1 ímóti Landhaus úr Eysturríki.