Metstór upphædd til gransking í Grønlandi

- Okkara granskarar gerast betri og betri til at søkja grunnar um stuðul til verkætlanir, siga tey á Grønlands Universiteti.

 

 

Í Grønlandi fegnast tey um, at granskarar og ph.d.-lesandi á Grønlands Universiteti - Ilisimatusarfik - í 2020 fingu nógv fleiri pengar at arbeiða við til granskingarverkætlanir enn nakrantíð áður.

 

Aftrat tí, sum universitetið fær á grønlendsku fíggjarlógini, fekk stovnurin í 2020 11,5 miljónir krónur, sum er slakar fýra miljónir krónur meira enn árið fyri. 

 

Í Grønlandi eru tey errin av, at miljónirnar til gransking gjørdust so nógvar í fjør, og á Grønlands Universiteti siga tey, at hetta eru granskarum og ph.d.-lesandi fyri at takka. 

 

- Okkara granskarar gerast betri og betri til at søkja grunnar um stuðul til verkætlanir, og tað eru nógv fleiri, sum nú vera innskrivað sum ph.d.-lesandi, har fleiri eisini koma við pengum, tey søkja um, sigur Grønlands Universitet í tíðindaskrivi, sum Sermitsiaq endurgevur.