Føroyingar skulu hava okkurt aftur fyri, um danir skulu sleppa at seta ein radara upp í Føroyum. Hetta hevur verið eitt av høvuðsargumentunum í kjakinum um eftirlitsradaran, sum skal setast upp á Sornfelli, og sum avtala væntandi verður skrivað um hósdagin.
Men at danir nú fara at byggja føroyingum eitt spildur nýtt fongsul hevur einki samband við radaramálið. Tað gjørdi Mette Frederiksen, forsætisráðharri í Danmark, greitt á tíðindafundi fyrrapartin, tá hon av Føroysku Tíðindastovuni varð spurd, um avtalan um fongslið skal uppfatast sum betaling fyri radaran.
– Tað kann eg klárt avvísa, segði forstætisráðharrin í svari.
– Fysisku rammurnar eru ikki í lagi, og tað er ein trupulleiki, at fangar skulu sita sín dóm í Danmark, segði hon.
LES EISINI: Fara nú at gera nýtt fongsul í Føroyum
Føroysku fólkatingslimirnir hava annars leingi arbeitt fyri at fáa danir at játta pening til eitt nýtt fongsul, og tí er spurningurin, hví man júst kunngerð hesa ætlan nú, beint áðrenn avtalan um radaran væntandi skal undirskrivast.
– Skiftandi stjórnir hava ikki mett tað sum møguligt at byggja eitt nýtt fongsul, fyrr enn avgerðin varð tikin í dag. Har er einki samband millum tey bæði tingini, segði Mette Frederiksen.
##med2##
Russisk skip í Føroyum
Eftir 24. juni skulu russisk fiskiskip ikki sleppa til í føroyskar havnir, eins og tey heldur ikki sleppa í ES-havnum sum liður í boykottinum aftaná Ukraina-innrásina. Men fiskiskip eru undantikin, sum merkir, at russisk fiskiskip helst enn fara at sleppa til føroyskar havnir.
Mette Frederiksen varð av donskum journalisti spurd um russisku skipini, sum enn sleppa til Føroya.
– Tað gleðir meg, at Føroyar og Grønland stuðla teimum tiltøkum, sum vit í samráð við ES hava sett í verk. Sum eg skilji tað, liva Føroyar upp til tey tiltøk, sum eru, segði hon í svari.
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, vísti á, at Føroyar tulka sanktiónirnar øðrvísi enn Danmark, og tí sleppa russisk fiskiskip enn til føroyskar havnir. Er tað í lagi, at mann í Føroyum tulkar tiltøkini øðrvísi? varð Mette Frederiksen spurd.
– Tað avgerandi er, at mann livur upp til sanktiónirnar. Hvat liggur við síðuna av tí, fyrihalda vit okkum ikki til, segði hon.
##med3##
Fyrireikingarnar til arbeiðið at gera nýtt fongsul fara í gongd beinanvegin, og væntandi verður fongslið klárt at taka í nýtslu í 2030.