Mette F: Støðugt reyðari Keypmannahavn hevur avleiðingar fyri okkum

Í dag er kommunuval í Danmark, og onkrar veljarakanningar benda á, at SF kann hótta Javnaðarflokkin um borgarstjórasessin í Keypmannahavn.

 

Sofie Hæstorp Andersen, yvirborgarstjóravalevni hjá Javnaðarflokkinum, á gøtuni saman við Mette Frederiksen, forsætisráðfrú, í morgun. (Mynd: Martin Sylvest/Ritzau Scanpix)

Broytingar eru í Keypmannahavn, sum er vorðið reyðari og reyðari, og tað hevur eisini avleiðingar fyri Javnaðarflokkin.

Tað staðfestir Mette Frederiksen, forsætisráðfrú í Danmark, sum í morgin er komin at stuðla høvuðsvalevninum hjá Javnaðarflokkinum í Region Hovedstaden, Sophie Hæstorp Andersen.

– Men vit hava tikið við ábyrgdini í nógv ár, og vit eru til reiðar aftur, sigur forsætisráðfrúan.

Hon heldur, at tað er ov tíðliga at koma við niðurstøðum út frá teimum veljarakanningum, sum partvís vísa, at Javnaðarflokkurin annars so tryggi yvirborgarstjórasesurin kann verða hóttur av Eindarlistanum.

– Í dag eru tað veljararnir, sum ráða, sigur hon.

Mette Frederiksen heitir á fólk um at fara á val, hóast vaksandi koronusmittuna í samfelagnum.

– Tað kunnu fólk trygt gera, tí fyrilit eru tikin fyri at halda frástøðu og at spritta, og so ber til at taka sín egna penn við, sigur hon.

/ritzau/

 

 

Sofie Hæstorp Andersen, yvirborgarstjóravalevni hjá Javnaðarflokkinum, á gøtuni saman við Mette Frederiksen, forsætisráðfrú, í morgun. (Mynd: Martin Sylvest/Ritzau Scanpix)