Mette vil samstarva meira við Føroyar um trygd og verju

Fólkatingið lat upp í dag

Nógvar nýggjar avbjóðingar eru í Arktis, og tí skulu vit í ríkisfelagsskapinum samstarva um trygd og verju, og hetta krevur eftirlit. Tað segði Mette Frederiksen, danska forsætisráðfrúan, í røðu síni í áðni, nú Fólkatingið letur upp aftur.

 

Hon segði seg fegnast um, at Føroyar, Grønland og Danmark nú hava undirskrivað avtalu um samstarvsráðið. 

 

– Vit skulu vera í enn tættari dialogi um verju og trygd, segði Mette Frederiksen. 

 

Hon nýtti høvið at takka løgmanni og grøndlenska landsstýrisformanninum, sum báðir vóru til staðar í Fólkatinginum, fyri samstarvið millum tey trý londini. Eisini takkaði hon norðurlendsku fólkatingslimunum, sum eisini vóru til staðar.