Mette Frederiksen kemur skjótt á vitjan í Føroyum

Í fyrstu setanarrøðu síni í Fólkatinginum boðaði Mette Frederiksen, forsætisráðfrú frá, at hon hevur avrátt við Bárð Nielsen, løgmann, at hon skjótt kemur til Føroya á vitjan.

Hon vísti á, at veðurlagsbroytingar og áhugin fyri Arktis hevur hálað Føroyar og Grønland longur útá altjóða pallin.

– Eg skilji væl ynskið hjá Føroyum og Grønlandi um ein virknari leiklut í uttanríkis- og trygarpolitikkinum.

– Eg eri samd við teimum í, at vit skulu styrkja samstarvið. Býta vitan og kunning.

–  Vit eru trý lond. Trý fólk. Tríggjar mentanir. Men vit hava eisini ein sterkan felagsskap.

– Eg vil fegin geva teimum eina opna innbjóðing til samstarv á økjum, har tað er til felags gagn.

– Eisini vil eg siga norðuratlantisku limunum í Fólkatinginum, at stjórnin vil raðfesta ssamstarvið við – og taka tykkum við í arebeiðið, segði hon.

Hon vísti á, at val júst hevur verið í Føroyum, og at nýtt landsstýrið er skipað:

– Eg havi avrátt við Bárð á Steig Nielsen, løgmann, at eg skjótt komi til Føroya, so vit kunnu fara undir samstarvið. Tað gleði eg meg til, segði hon.