Ikki bara sum flokkur misti Javnaðarflokkurin í Danmark nógvar atkvøður, har flokkurin fór frá úr 27,5 prosentum niður í 21,9 prosent av atkvøðunum.
Forkvinnan í flokkinum, Mette Frederiksen, forsætisráðfrú, má lata sær lynda at hava mist nógvar atkvøður í valdømi sínum í Norðurjyllandi í mun til valið í 2022.
Á valinum týsdagin atkvøddu 41.721 persónliga fyri forsætisráðfrúuni, sum er næstan 20.000 færri enn á almenna valinum í 2022.
Tá atkvøddu 60.837 persónliga fyri forsætisráðfrúuni.
Forkvinnan hjá Danmarkdemokratunum, Inger Støjberg, mistu eisini nógvar atkvøður í sama valdømi í Norðurjútlandi mált eftir persónligari undirtøku.
Hon fekk 29.995 persónligar atkvøður, meðan hon í 2022 fekk 47.211 av teimum.
Á valinum í 2022 vóru ávikavist Mette Frederiksen og Inger Støjberg nummar eitt og tvey í øllum landinum, máld við persónligum atkvøðum.
/Ritzau/










