Mette Frederiksen á vitjan í Hvítu Húsunum

Ríkisleiðararnir fara at umrøða avgjørda stuðulin til Ukraina, nú landið er fyri einum brutalum álopskríggi úr Russlandi.

Danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, fer á vitjan í Hvítu Húsunum.

 

Her fer hon at hitta amerikanska forsetan, Joe Biden.

 

Vitjanin hjá danska forsætisráðharranum í USA verður hin 5. juni, sum er danski grundlógardagurin.

 

Í dag hevur samskiftisleiðarin í Hvítu Húsunum, Karine Jean-Pierre, váttað, at Mette Frederiksen kemur á vitjan.

 

- Ríkisleiðararnir fara at umrøða avgjørda stuðulin til Ukraina, nú landið er fyri einum brutalum álopskríggi úr Russlandi.

 

Tað sigur Karine Jean-Pierre, og tað eru fleiri tíðindastovur, sum bera hesi tíðindi í kvøld.