Mette Frederiksen tilnevnir nýggja fyribils ráðfrú

Forsætisráðfrúan veit ikki, nær sjúkrameldaði Jakob Ellemann kemur aftur til arbeiðis. Fyribils skal Stephanie Lose røkja, næstforkvinna í Vinstra, røkja starvið sum ráðfrú í búskaparmálum

 

Mette Frederiksen, forseætisráðfrú, hevur verið hjá hennara hátign drotningini við Stephanie Lose, ið verður fyribils ráðfrú í búskaparmálum. - Foto: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix

Mette Frederiksen kennir seg »sannførda um«, at Jakob Ellemann-Jensen, formaður í Vinstra, kemur aftur í stjórnina við endurnýggjaðari styrki.

Tað segði hon á Amalienborg Slotsplads, eftir at vinstra-næstforkvinnan STephanie Lose hevur verið hjá drotningini sum nýggj virkjandi ráðfrúa í búskaparmálum.

Broytingin í stjórnini verður gjørd, tí verjumálaráðharrin Jakob Ellemann-Jensen enn er sjúkrameldaður. Tí heldur Troels Lund Poulsen fram sum virkandi verjumálaráðharri, meðan STephanie Lose tekur yvir uppgávunar í Búskaparmálaráðnum.

– Vit vita ikki, nær Jakob kemur aftur, so vit vilja fyrst og fremst tryggja okkum, at Troels Lund Poulsen kann nýta alla sína tíð sum verjumálaráðharri, sigur Mette Frederiksen.

– Tað er greitt, at tá kríggj er í Evropa, og vit standa fyri at skulu samráðast um eina verjusemju, so er tað týdningarmikið, at verjumálaráðharrin kann brúka tíð sína til tað.

Mette Frederisken heldur, at tað ber ikki til at siga broytingina í stjórnini merkja, at Jakob Ellemann-Jensen verður longri burtur enn ætlað.

– Tað er mangan soleiðis við sjúkugongd, at tú sum frá líður finnur út av, hvussu tað fer at laga seg, sigur hon.

Jakob Ellemann-Jensen hevur verið sjúkrameldaður síðani 6. februar við strongd.

– Vit sakna Jakob. Vit eru eitt kollektiv – vit eru eisini tríggir flokkar, sum hava valt á ein øðrvísi hátt at skipa stjórn. So eg harmist verurliga, at Jakob Ellemann er sjúkur, og vit sakna hann og okkum tørvar hann eisini í dagliga arbeiða okkara, sigur Mette Frederisen.

– Men stjórnin er eitt kollektiv, og vit finna út av tí saman.

/ritzau/

 

 

 

Mette Frederiksen, forseætisráðfrú, hevur verið hjá hennara hátign drotningini við Stephanie Lose, ið verður fyribils ráðfrú í búskaparmálum. - Foto: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix