##med2##
– Danir hava givið greið boð um, at teir vilja hava eitt fólkating, sum samstarvar.
Tað segði virkandi forsætisráðfrúan, Mette Frederiksen, áðrenn hon í morgun fór undir stjórnarsamráðingar við flokkarnar í Fólkatinginum í Marienborg.
Mette Frederiksen segði, tá hon skrivaði valið út 5. oktober, at hon helst vildi skipa eina breiða stjórn tvørtur um miðjuna.
Hon orsøkina vera millum annað ta truplu búskaparligu og trygdarpolitisku støðuna við høgari inflasjón og russisku innrásina í Ukraina.
Fýra mánaðir frammanundan, grundlógardagin 5. juni, hevði Mette Frederiksen fyri fyrstu ferð nevnt tankan um eina breiða stjórn, eftir at hon í fýra ár annars hevur ynskt at stjóran við egna flokkinum sínum einasta flokki í stjórn.
Forsætisráðfrúan er bjartskygd um møguleikan fyri at skipa hesa breiðu stjórnina.
– Eg haldi, at møguleikarnir eru góðir. Tí sjálvandi verður ymiskt sagt í einum valstríði, tá nógv vilja hava alt gjørt á ein øðrvísi hátt, enn vit plaga at gera.
– Men vit eru í eini heilt serliga støðu bæði í Danmark og Evropa. Tað bendir á, at vit skulu arbeiða øðrvísi á Christiansborg, sigur hon.
Moderatarnir og tey Radikalu eru tveir aðrir flokkar, sum eisini í valstríðnum hava tosað um eina breiða stjórn, meðan bæði Vinstri og tey Konservativu undir valstríðnum greitt hava víst hesum aftur.
Meðan tey Konservativu framvegis siga greitt nei til at fara í stjórnarsamstarv við Javnaðarflokkin, er Vinstri blotnaður nakað.
Júst Vinstri skal í morgun sum fyrsti flokkur til stjórnarsamráðingar.
Mette Frederiksen vil ikki siga, hvørja stjórn hon helst vil seta saman.
– Tað vil eg ikki siga nakað um enn, og tað er heldur ikki greitt enn.
– Vit fara helst at hugsa eitt sindur øðrvísi, at byrja við tí politiska og so finna fram til, hvørja felagsmongd vit kunnu savna nóg nógvar flokkar saman um, sigur hon.
Javnaðarflokkurin vann tveir sessir afturat á fólkatingsvalinum og hevur nú 50 sessir. Meirilutin hjá reyða veingi minkaði tó í mun til valið í 2019.
Við tveimum sessum í Grønlandi og einum úr Føroyum eydnaðist tað júst at røkka teimum 90 sessunum, sum skulu til fyri at fáa meiriluta í Fólkatinginum.
Allir flokkar í Fólkatinginum, eisini tey úr Føroyum og Grønlandi, skulu í dag til samráðingar, undantikin Nýggju Borgarligu, sum av praktiskum ávum ikki kunnu møta.
/ritzau/