info
Ongi úrslit

Mette vil ikki viðmerkja kravið um fólkatingsval

Val skal skrivast út í Danmark fyri 4. oktober, ella vilja tey Radikalu koppa stjórnina

Eirikur Lindenskov
3. juli 2022 kl. 12:42

Mette Frederiksen, forsætisráðfrú, lurtar eftir flokkunum á Fólkatingi, men vil ikki viðmerkja kravið hjá Radikalu um at skriva út val fyri 4. oktober.
Tað sigur hon við TV2.
– Eg lurti sjálvandi eftir, tí flokkarnir siga í Fólkatingum, og sjálvandi ikki minst eftir okkara parlamentariska grundarlag. Men tá tað kemur til, nær val skal útskrivast, so hava eg onga viðmerkingar til tað, sigur hon.
Eftir minkamálið krevur stuðulsflokkurin tey Radikalu, at Metta Frederiksen skrivar út val, áðrenn fólkatingið kemur saman aftur eftir summarfrítíðina.
Um tað ikki verður gjørt, fer flokkurin at seta fram misálitisuppskot. Tað merkir við øðrum orðum, at tey Radikalu fara at koppa stjórnina.
TV2, sum hevur fingið fatur á forsætisráfrúuni á landsstevnuni hjá DGI í SVendborg, roynir við fleiri spurningum at fáa hana at fyrihalda seg til kravið.
Hon blívur tó við at endurtaka, at hon ikki hevur viðmerkingar til, nær val verður skrivað út, men at lurtar eftir flokkunum.
Hósdagin kom frágreiðingin frá Minkkommisjónini, sum hevur kannað lutin hjá stjórnini í mun til avgerðina um at taka av allar minkarnar.
Hon hevur harðar atfinningar av millum annað forsætisráðfrúuni og fleiri høgum embætisfólkum.
Kommisjónin hevur ikki fyrihildið seg til ráðharraábyrgd, tí tað skal hon ikki sambært lógini.
Tí hava bláu flokkarnir ynskt, at óheftir advokatar skulu gera ein meting av, um grundarlag er í minkamálinum fyri eini ríkisrættarsak. 
Tey Radikalu sótu við avgerandi atkvøðunum fyri at fáa sett í verk eina slíka kanning.
Men eftir ein fund hjá teimum Radikalu í gjár kunngjørdi flokkurin, at tey ikki stuðla eini advokatmeting. Í staðin vil flokkurin hava forsætisráðfrúuna at skriva út val.
Fríggjadagin hevði forsætisráðfrúan saman við fýra ráðharrum ein næstan tveir tíma langan tíindafund fyri at svara atfinningunum frá kommisjónini.
Har gjørdi hon greitt, at hon ikki ætlar sær at fara frá sum forsætisráðfrúa.
– Eg havi ongar ætlanir um at leggja frá mær, og tað meini eg heldur ikki, at tað er grundarlag fyri, segði hon millum annað á tíðindafundinum.
/ritzau/

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

14. september kl. 07:59

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

15. september kl. 11:45

Tvey samdøgur á kjølinum

12. september kl. 01:17

Sølva Ford aftur á pall í Føroyum

Í gjár kl. 20:20

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

11. september kl. 13:57

Stór mótmælir um alt Týskland

12. september kl. 22:42

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Ein milliard manglar longu um 10 ár

11 minuttir síðan
Tíðindi

Skeyt við riflu við bátabrúgvar í Nuuk

46 minuttir síðan
Tíðindi

Ósemja um súkkl­u­breyt til Oyggja­leikir

54 minuttir síðan
Tíðindi

Gongugøtan í Havn bilfrí í tveir mánaðir

1 tími síðan
Tíðindi

Stór menning í Skálavík

2 tímar síðan
Tíðindi

139 milliónir afturat til røktarheimið á Stórubrekku

2 tímar síðan
Tíðindi

Eplafestivalurin er eitt fjølbroytt heysttiltak

3 tímar síðan
Tíðindi

ejsw UNIKA ejsw í Gallarí Havnará

3 tímar síðan
Tíðindi

Reyðgrøni vongurin vann tepurt í Svøríki

4 tímar síðan
Tíðindi

Talgilt gravaryvirlit í Líðini

4 tímar síðan
Lesarabrøv

Hvør vil vera milliardingur ? Vestmannatunnilin og tann veruligi prísurin

4 tímar síðan
Myndasøvn

Myndir: Búskaparráðið leggur fram í Smæruni

5 tímar síðan