Metupphæddir freista Kaka og Milan

Manchester City er til reiðar at spreingja øll mørk innan spælarahandlar. Stóri trupulleikin er, at tað ber illa til at fáa røttu spælararnar til hópin.

Enskir miðlar skriva í dag, at umboð fyri Manchester City eru í Milano, har tey hava boðið AC Milan ikki minni enn £100.000.000, um teir vilja selja Kaka, sum í 2007 varð kosin heimsins besti fótbóltsspælari. Somuleiðis sigst felagið vera til reiðar við einum sáttmála, sum gevur brasilsa bóltsnillinginum eina vikuløn upp á £500.000.

 

Men tað tykist tó nytta lítið. Higar til hevur Milan ikki tikið av, men sum skilst, hevur felagið tørv á peningi, um teir framhaldandi skulu dystast við tey bestu í Europa. Og umboðsmaðurin hjá Kaka sigur, at tað ikki er óhugsandi, at teir fáa loyvi at tosa við enska felagið.

 

Kaka sjálvur sigur tó, at hann helst av øllum vil verða verandi í Milano.

- Tað eru ikki pengarnir, sum eru altavgerandi. Eg stórtrívist í felagnum, og eg kundi hugsað mær at blivið gamal í felagnum. Ynskja teir hinvegin at selja meg, noyðist eg sjálvandi at taka støðu til tað, sigur Kaka.