Metyvirskot hjá Ryanair: Betri enn fyri koronu

Ryanair hevur ongantíð tjent so nógv í summarhálvuni sum í ár og væntar fleiri ferðafólk enn higartil mett.

Tað tykist, sum at eftirárinini av koronufarsóttini av álvara eru um at vera eitt afturlatið kapittul hjá flogfelagnum Ryanair.

Írska lágprísflogfelagið hevur í dag almannakunngjørt roknskapin fyri tann ársfjórðingin, sum endar í september. Hann vísir metyvirskot eftir skatt fyri summarhálvuna.

Her tjenri Ryanair slakar 1,4 milliardir evrur, sum svarar til góðar 10,4 milliardir krónur, sum er meira enn higartil summarmetið frá 2017, sum var 1,3 milliardir evrur.

Aðalstjórin í Ryanair, Michael O'Leary væntar, at vetrarmánaðirnir fara at geva hall, men roknar kortini við at standa eftir við einum yvirskot upp á í minsta lagi eina milliard evrur ella 7,45 milliardir krónur, tá forskotna roknsskaparárið endar 31. mars.

Og um oljuprísirnir annars halda seg nøkulunda í stað, skuldu komandi trý árini helst havt hækkandi yvirskot og ferðafólkatøl við sær.

Tað er relativt skjótt eydnast Ryanair at fáa raksturin aftur til tað normala eftir koronuavmarkingarnar. Fyrstu seks mánaðirnar í roknskaparárinum hava 95 milliónir ferðafólk flogið við felagnum.

Tað er so eisini met fyri felagið, sum áður hevur havt 149 milliónir ferðafólk upp á eitt ár, tá tað gekk best.

/ritzau/