Mexikanski narkokongurin, Joaquin “El Chapo” Guzman, er aftur handtikin, eftir at hava verið til rýmingar í seks mánaðir. Tað er mexikanski forsetin, Enrique Pena Nieto, sum á Twitter hevur borið tíðindini um handtøkuna, sum var so mikið harðlig, at fimm fólk lótu lív.
Guzman slapp í fjørsummar til rýmingar úr einum serliga trygga mexikanska Altiplano-fongslinum ígjøgnum ein tunnil undir jørð, og ikki fyrr enn nú eydnaðist so myndugleikunum at fáa hann tiknan aftur.
“El Chapo”, sum hann rópast á manna munni, stendur á odda fyri illa lýdda Sinaloa-kartellinum, sum hevur tamarhald á mestsum allari kokain- og metaamfetaminsmugling inn í USA.