MFS fingið limaskap í European Students’ Union

Á aðalfundi hjá European Students’ Union (ESU), ið eftir ætlan skuldi haldast í Timișoara í Rumenia, men orsaka av COVID-19 støðuni í landinum varð hildin talgilt, varð umsóknin hjá MFS um limaskap í felagsskapinum endaliga góðkend. Við hesum varð eitt flott punktum sett við eina tvey-ára langa tilgongd, ið hevur kravt nógva tíð og orku, men sum eisini hevur ment og styrkt MFS sum felagsskap.

ESU, ið hevur 45 limafelagsskapir úr 40 londum, umboðar eini 20 milliónir lesandi í øllum Evropa, og hevur eisini sess í fleiri av teimum stovnum og felagsskapum, ið mynda evropeiskan útbúgvingarpolitikk – eitt nú Evroparáðnum, Bolognafylgibólkinum og UNESCO.

 

MFS fekk í oktobermánaða í fjør sokallaðan “kandidatlimaskap” í ESU, ið er fyrsta stigið á leiðini móti fullum limaskapi. Í hesum sambandi var í septembermánaða í ár ein sendinevd hjá ESU í Føroyum, ið skuldi meta um, hvørt MFS leyk formligu krøvini fyri limaskapi í ESU. Sendinevndin hevði fundir við m.a. rektaran á Fróðskaparsetri Føroya, umboð fyri Uttanríkis- og Mentamálráðið, Studna, Vegleiðingarstovuna og Ráð teirra lesandi á Fróðskaparsetrinum. Nevndin skrivaði síðani frágreiðing til aðalfundin, ið endaliga skuldi taka støðu til umsóknina hjá MFS um limaskap. Sendinevndin var á einum máli um, at MFS leyk øll formlig krøv, og mælti í niðurstøðu síni til, at MFS fekk fullan limaskap í ESU.

 

Hóskvøldið 25. november skuldi aðalfundurin taka støðu til málið, og tá avtornaði tók ein samdur aðalfundur undir við tilmælinum hjá sendinevndini, og játtaði umsóknini hjá MFS um limaskap.

 

Tað er trupult at seta orð á, hvussu stórt hetta er fyri Føroyar.

 

Fyrst og fremst, so er hetta ein stór viðurkenning fyri Føroyar í altjóða høpi. MFS fekk fullan og sjálvstøðugan limaskap í ESU – á jøvnum føti við felagsskapir úr hinum evropeisku londunum. Ikki bert atlimaskap ellara eygleiðaralimaskap. Slík viðurkenning av Føroyum í altjóða høpi er í sjálvum sær sjáldsom og kærkomin, og styrkir okkara støðu sum aktørur á altjóða pallinum.

 

Í øðrum lagi fáa Føroyar nú á fyrsta sinni møguleika at ávirka evropeiskan útbúgvingarpolitikk, og ikki bert seta tað í verk, ið onnur eru vorðin samd um. Føroyskur útbúgvingarpolitikkur í stóran mun stýrdur av t.d. Bologna-tilgongdini, ið vit higartil onga ávirkan hava havt á. Tað fáa vit nú, tí ESU er partur av Bologna-fylgibólkinum. Hendan viðurkenningin er eitt herðaklapp til øll tey í føroyskum útbúgvingarpolitikki, ið vit seinastu mongu árini hava samstarvað við, og sum ótroyttiliga arbeiða fyri áhaldandi at styrkja føroyska vitanarsamfelagið og okkara útbúgvingarskipan.