Kanningarnar hjá Norðuratlantsbólkinum um hví føroyingar ikki flyta heimaftur verða fríggjakvøldið lagdar fram í Føroyahúsinum og aftaná verður útgávukonsert við Høgna Lisberg Í sambandi við at MFS verður 47 ár, fer felagið at skipa fyri einum forvitnisligum tiltaki í Føroyahúsinum á Vesterbrogade í Keypmannahavn.
Klokkan 20 verða annar og triði partur av kanningini hjá Norðuratlantsbólkinum um hví føroyingar ikki flyta heimaftur lagdar fram. Suni Poulsen og Sjúrður Skaale, ið hava staðið fyri kanningunum, leggja fram og svara spurningum.
Aftaná verður útgávukonsert við Høgna Lisberg, sum fyri stuttum lat fløguna Hare! Hare! úr hondum. Tiltakið er ókeypis.