MFS varpar ljós á Løgtingsvalið

Felagið fyri lesandi føroyingar í Keypmannahavn ger nógv burturúr til komandi Løgtingsval. Fyrst á skránni var hjálp til at skráseta seg til valið.

 

Nú verður høvi at hoyra formenninir í teimum ymsu flokkunum kjakast um samfelagsins viðurskifti. Tað er nevniliga soleiðis, at allir formenninir vitja í Føroyahúsinum 13. oktobur.

 

Tað er MFS í Keypmannahavn, sum skipar fyri tiltakinum. MFS er felagið hjá føroyskum lesandi, og deildin í Keypmannahavn skipar javnan fyri áhugaverdum og viðkomandi tiltøkum.

 

Hesaferð eru tað politisku formenninir, sum vitja í Føroyahúsinum, har MFS eisini hevur sína skrivstovu.

 

Síðani verður nógv gjørt burturúr sjálvan valdagin, tá ið Føroyahúsið verður karmur um eitt stórt valkvøld. MFS og Føroyahúsið hava opið hús hendan dagin, tá ið valið verður víst beinleiðis á stórskíggja.

 

Felagið hevur áður víst á, at áleið 1100 lesandi føroyingar eru í Danmark, og tí hevur tað ovurstóran týdning, at eisini hesir veljarar fáa kunning og møguleika at fylgja við valinum.