MG 5 Electric - elegantur nýggjur elbilur 

MG5 løðir frá 0-80% heilt niður til 40 min. Hann hevur 61,1kWh battarí, er kvikur og koyrir upp til 400 km við eini løðing. 

 

Kinesisku MG koma nú við enn einum nýggjum modelli á føroyska marknaðin.

 

Talan er um elbilin MG5 Electric, sum er ein av nýggju spennandi elbilunum á marknaðinum. 

 

MG5 er ein elegantur stationcar við fimm sitiplássum og stórum viðførisrúmi, sum er heilar 479 litrar og 1.456 litrar við baksetrunum niðri. 

 

MG5 løðir frá 0-80% heilt niður til 40 min. Hann hevur 61,1kWh battarí, er kvikur og koyrir upp til 400 km við eini løðing. 

 

Sum á flestu elbilum er battaríið í botninum á bilinum. Hetta gevur er sera góðir og stabilir koyrieginleikar. Eisini er bilurin væl ljódoyvdur, og lítið hoyrist til hjólini undir koyring.

 

Stóra aksilfrástøðan ger, at sera gott pláss er í kabinuni, sum er rúmlig við góðum plássi bæði framman og aftan. 

 

Instrumentborðið er smart og lætt at avlesa og virkar væl, eisini skíggin í miðjuni er lættur at avlesa hjá bilføraranum.

 

Standarútgerðin er sera umfatandi við t.d. fartpiloti, vognbana-assistenti, neyðbremsu, bakkikamera og øllum innbygdum trygdarskipanum. 

 

##med2##

 

Bilurin fæst við t.d. 17’’- alufelgum, 360° kamera, leðursetrum, el-síðuspeglum og regnsensorum. Bilurin, vit royndarkoyrdu, hevði ljós grá leðursetur, ið kosta kr. 7.000,- eyka.

 

Krókur fæst til bilin, sum kann draga upp til 500 kg.

 

MG5 Electric fæst í útgávunum Comfort og Luxury. 

 

##med3##

 

Comfort kostar úr kr. 342.000 v.mvg og 275.000,- eftir mvg afturbering. Luxury kostar úr 365.000,- v.mvg og 295.000,- eftir mvg afturbering. 

 

Eins og vit kenna tað frá Kia hava MG eisini 7-ára garanti ella 150.000 kilometrar.

 

MG5 Electric kann síggjast og roynast hjá Bilrøkt.

 

##med4##

 

##med5##