Vegna sáttmálaloysi millum Heilsutrygd og Ergoterapifelagið hevur Heilsutrygd seinastu mánaðirnar ikki goldið fyri ergoterapi til børn við limasbreki ella varðandi sjúku.
Men nú er ljós fyri stavn.
Heilsumálaráðið hevur gjørt eitt uppskot til sáttmála, og hetta uppskot verður lagt fram á fundi mánadagin millum Heilsumálaráðið og Heilsutrygd øðrumegin og Ergoterapifelagið hinumegin.
Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður heldur ikki, at børnini longur kunnu bíða eftir eini loysn.
- Vit miða eftir at gera ein fyribilssáttmála longu mánadagin, soleiðis at ein skipan er at gjalda út eftir. So er bara spurningurin um Ergoterapifelagið góðtekur hesa fyribilsloysnina, sigur Aksel V. Johannesen.
Hann hugsar sær, at hesin fyribils sáttmálin skal vera í gildi, til semja er gjørd um regluligan sáttmála.