Í Klaksvík eru tey errin av ungu klaksvíkingunum, sum í gjár stríddu seg til eitt stig á heimavølli móti Víkingi. Og tað er ikki nakað roynt lið, sum Alexandar Djordjevic og Jákup Mikkelsen, venjararar hjá KÍ, hava undir hond. Miðalaldurin hjá teimum fyrstu ellivu í gjár var 22,54 ár. Har millum vóru 38 ára gamli Jákup Mikkelsen og 31 ára gamli Heðin á Lakjuni. Innskiftararnir vóru tó væl eldri. Allan Joensen, 35 ár, Leon Bjartalíð, 28 ár, og Tórður Lervig, 23 ár, vóru innskiftir í seinna hálvleiki.
Tíðindi