Rógvi Nybo
Bæði løgmaður og samlaða samgongan fáa tummilin vendan niðureftir frá veljaranum. Í veljarakanningini bað Gallup Føroyar fólk meta um – á einum stiga frá 1 til 10 – hvussu tey væl tey halda at verandi samgonga og løgmaður klára seg samlað. Her fær Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, skotsmálið 4,9 og samgongan fær 4,0. Hetta er tað lægsta, bæði løgmaður og samgonga hava fingið í kanningum frá Gallup síðani august í 2010, og eitt fitt vet frá miðalkarakterinum, sum er 5,5.
Hava ikki rakt botn
Seinasta kanningin, sum varð gjørd í mars mánaði, vísti eitt stórt fall í skotsmálunum hjá bæði løgmanni og hjá samgonguni, og tað sær út til at hvørki løgmaður ella samgongan hava rakt botn enn. Síðani desember mánað er skotsmálið hjá løgmanni fallið úr 6,2, sum er tað besta skotsmálið løgmaður hevur fingið, niður í 4,9. Samgongan hevur ikki fingið serliga góð skotsmál yvirhøvur, men har er fallið síðani desember úr 4,6 niður í botnkarakterin 4,0.
Veljarakanningin, sum varð kunngjørd í blaðnum mikudagin gav samgonguni ein dyggan frammaná, og er tað serliga Fólkaflokkurin, sum stendur fyri skotum. Tann veljarakanningin vísti at triði hvør veljari vendir Fólkaflokkinum bakið – teir fara úr 22,5 prosentum við valið niður í 15,7 prosent. Harvið stendur flokkurin at missa heilar tríggjar av teimum átta tingsessunum, teir í løtuni ráða yvir. Stóra fallið hjá Fólkaflokkinum – og fyri sovítt eisini hjá Sambandsflokkinum, sum stendur at missa 2,5 prosent – sær tó ikki út til at hava líka stóra ávirkan á skotsmálini millum fólk. Fallið er, sum sagt, 0,1 á einum stiga frá 1 til 10 hjá bæði samgongu og løgmanni.
Miðalinntøkurnar revsa harðast
Taka vit nøgdsemið býtt yvir inntøkubólkar, eru tað serliga hjá húskjum við miðalinntøkunum – teimum, ið vinna millum 251.000 og 600.000 krónur – at hamarin fellur harðast. Við seinastu kanningina hjá Gallup í mars fekk samgongan skotsmálið 4,2 meðan løgmaður fekk skotsmálið 5,1. Nú fær samgongan bert 3,9 á einum stiga frá 1 til 10. Hetta er eitt lop niðureftir upp á 0,3. Skotsmálið hjá samgonguni ger eisini eitt lop niðureftir hjá hesum inntøkubólkinum, og fellur niður í 4,7.
Hjá inntøkubólkunum undir 250.000 krónur og omanfyri 601.000 krónur standa skotsmálini so at siga í stað hjá bæði samgongu og løgmanni.
Løgmaður stóra undirtøku í Fólkaflokkinum
Millum sambandsveljararnar er løgmaður – ikki óvætnað – høgt í metum. Millum tey, ið høvdu valt Sambandsflokkin, um val var í morgin, fær hann skotsmálið 6,8 yvir hvussu hann klárar seg. Men hyggja vit eftir undirtøkuni hjá veljarum hjá hinum flokkunum, fær sambandsløgmaðurin eisini dygga undirtøku millum sjálvsstýrisflokkarnar, Fólkaflokkin og Sjálvstýrisflokkin. Millum hesar veljarar fær løgmaður skotsmálið 6,2.
Illast umtóktur er løgmaður millum veljarar hjá Framsókn og Tjóðveldi. Frá teimum fær løgmaður dumpikarakterin 3,3 og 3,4.