Miðalprísurin á makreli var beint omanfyri tríggjar krónur

- Tvey fiskavirkir keyptu tilsamans 700 tons av makreli

Fyrsta opna uppboðssøla av rættindum var hildin á fiskamarknaði Føroya í gjár.

 

Tilsamans vórðu 10 um boðið at bjóða uppá 5447 tons av makreli og 1106 tons av botnfiski í russiska partinum av Barentshavinum.

 

Sjey keyparar fingu lut í tí, ið var boðið uppá í gjár.

 

Felagið Norðborg keypti 1487 tons av makreli fyri 4,62 milliónir. Miðalprísur var 3,11 krónur.

Næraberg keypti 1910 tons av makreli fyri 5,981 milliónir, Miðalrprísur var 3,13 krónur.

Framherji keypti 1300 tons av makreli fyri 4,04 milliónir. Miðalprísur var 3,11 krónur.

Varðin keypti 50 tons fyri 152,000 krónur. Miðalprísur var 3,03 krónur.

Vestmanna Seafood keypti 200 tons fyri 622,000 krónur, Miðalprísur var 3,11 krónur.

Pelagos keypti 500 tons av makreli fyri 1,557 milliónur, Miðalprísur var 3,11 krónur.

 

Samlaði miðalprísurin á søluna av makreli var 3,12 krónur pr. kg.

 

Norðborg fiskar fyri felagið Norðborg. Norðingur fiskar fyri Næraberg, Høgaberg fiskar fyri Framherja, Tummas T skal fiska tey 50 tons fyri Varðan. Vestmanna Seafood og Pelagos brúka bæði Fram at fiska makrelin, ið fall í teirra lut.

 

Viðvíkjandi teimum 1106 tonsunum av botnfiski í Barentshavinum, so keypti J.F.K Trol øll rættindini fyri 2,13 milliónir, ið svarar til ein miðalprís á 1,93 krónur pr. kg. Gadus skal fiska fyri J.F.K Trol.

 

Tilsamans var selt fyri 19,1 milliónir krónur.