Miðflokkurin á løgtingi

Vald umboð.

Miðflokkurin stillaði fyrstu ferð upp til løgtingsval í 1994. Hann fekk 2 mans valdar, Jenis av Rana og Tordur Niclasen. Á tí eftirfylgjandi valinum í ’98 eydnaðist bert at fáa ein mann; tað sama endurtók seg á valinum í 2002. Hesi árini sat Jenis av Rana einsamallur á tingi fyri Miðflokkin. Á valinum í 2004 fekk flokkurin aftur tveir mans valdar. Afturat Jenisi av Rana kom Bill Justinussen. Í ár er so ein maður komin afturat, við tað at Karsten Hansen, sum var valdur fyri Tjóðveldisflokkin, gjørdi av at umboða Miðflokkin á løgtingi aftaná orrustuna um 266b. So í dag hevur flokkurin 3 mans á tingi.

 

Veljarakanningar geva Miðflokkinum góðan byrð.

Síðani seinasta løgtingsval januar 2004 hava veljarakanningar spátt, at Miðflokkurin fór at ganga uppaftur meira fram. Seinasta kanningin hjá Gallup gevur honum 4 tingumboð, tað fjórða kanska eitt sindur ivasamt, men tað triðja hinvegin rættuliga trygt.

 

Háborgirnar í Suðurstreymoy og Eysturoy.

Tá ið Kristiligi Fólkaflokkurin fór sundur í 1991 og Miðflokkurin varð stovnaður, sat hin gamli flokkurin eftir við Norðoyggjum og Suðuroy av teimum stóru valdømunum, meðan nýstovnaði flokkurin fór við Eysturoynni og Suðurstreymoy. Tað sást aftur á valinum í 1994, tá ið KrF fekk 2 løgtingsumboð júst í Suðuroy og Norðoyggjum, meðan Miðflokkurin fekk umboð vald í Eysturoynni og Suðurstreymoy. Á valinum í ’98 misti KrF bæði síni umboð og hevur ikki stillað upp síðani. Miðflokkurin misti eisini, men bert annað umboðið, sum varð valt í Suðurstreymoy. Á seinasta vali eydnaðist aftur at fáa umboð valt í Eysturoynni afturat tí í Suðurstreymoy. Bæði umboðini vóru eykavald. Síðani er so tað hent, at Karsten Hansen, sum varð valdur fyri Tjóðveldisflokkin í Norðoyggjum, hevur slitið við sín gamla flokk og er farin at umboða Miðflokkin á løgtingi. Tað gevur Miðflokkinum eina grundaða vón um at fáa umboð valt í Norðoyggjum. Hinvegin: Verða Føroyar skipaðar sum eitt valdømi, verður hetta tosið um háborgir minni áhugavert.

 

Sjáldsama sterkur millum ungu veljararnar.

Eitt, ið leypur í eyguni í veljarakanningum, er, at Miðflokkurin stendur so sterkur millum yngru veljararnar. Hevði talan verið um eina einstaka veljarakanning, hevði tú ivast í hesum, tí tølini eru vanliga smá og harvið ikki altíð so eftirfarandi. Men hetta rákið hevur hildið sær í øllum veljarakanningum síðani seinasta valið, so eingin orsøk er til ikki at rokna við hesum. Tað táttar í helvt, ið er niðan fyri 25 ár. Og tað táttar í tveimum triðingum, sum er niðan fyri 35 ár. Um hetta heldur sær tey næstu árini, so er Miðflokkurin ein flokkur, sum hevur framtíðina fyri sær, tí her legst lutfalsliga væl meira afturat enn hjá nøkrum øðrum flokki.

 

Andstøðuflokkur fyri tað mesta.

Tað hevur verið trupult hjá Miðflokkinum at komið í samgongu. Tey 13 árini, ið flokkurin hevur havt umboð á løgtingi hevur hann verið í landsstýri minni enn 2 ár. Bill Justinussen var landsstýrismaður í samgonguni, ið sat frá juni 2002 til februar 2004. Landsstýrismaðurin hjá Miðflokkinum umsat tá familju- og heilsumál. Samgongan við Anfinni Kallsberg sum løgmanni var umframt Miðflokkin samansett av Fólkaflokkinum, Tjóðveldisflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum. (Tjóðveldisflokkurin varð koyrdur úr samgonguni í desember 2003, tá ið hann sett fram misálitisuppskot til løgmann.)

 

At Miðflokkurin slapp uppí part hesa stuttu tíð, var mest sum av neyð. Sonevnda Fullveldissamgongan, ið hevði sitið frá 1998 til 2002, hevði mist meirilutan, og valdi síðani at styrkja seg við at taka Miðflokkin uppí.

 

Men við 3 ella kanska 4 løgtingsumboðum eftir eitt komandi val verður Miðflokkurin ein flokkur, ið aðrir flokkar noyðast at vísa størri áhuga, tá ið samgonga skal skipast.