Miðflokkurin hevði leygardagin landsfund í kjallaranum á Sjómansheiminum í Klaksvík. Umleið 50 fólk vóru á landsfundi. Regin Jacobsen úr Runavík varð valdur til fundarstjóra.
Fundarfólkið fegnaðist um, at støðan í Føroyum er so góð, og tey løgdu dent á, at neyðugt er at verja tey Gudgivnu virðini, tjóðin er signað við. Millum evnini, sum vórðu umrødd á fundinum vóru alheimsgerð, einskiljingar, tann órættvísa skattalógin, manglandi sosial raðfesting av ríkidømi landsins og støða Ísraels.
Landsfundurin harmaðist, at tey frálíku sosialu uppskotini hjá tingmonnum floksins vórðu kveistraði til viks. Heitt varð á teir um framvegis at arbeiða fyri at betra um korini hjá familjum og millum annað royna at fáa oljuavgjaldið strikað og at hækka barnafrádráttin.
Miðflokkurin vil fegin síggjast betri í fjølmiðlaheiminum, og flokkurin ynskir at verða rikin meira professionelt. Terji Vestergaard segði, at ein marknaðarføringsnevnd eigur at verða sett á stovn við fólki, sum hava skil fyri tílíkum. Terji Vestergaard tók annars orðið nógv, og summi hildu, at hann skuldi gerast meira virkin í flokkinum, tí at hann hevur ein slíkan eldhuga. Kanska vit fara at síggja meira til Terja Vestergaard á politiska pallinum tey komandi árini.
Annars varð tosað um at hava fundir oftari og at broyta floksskipanina, so at flokkurin fær eina meira einfalda leiðslu. Tosað var um, at fáa ein floksformann, sum kann vera andlitið úteftir. Málið hjá flokkinum skal vera at hava ein fund um mánaðin. Flokkurin má hava gott samband við limirnar, so at hann kann fyrireika vallistan í góðari tíð áðrenn valið.
Bill Justinussen nevndi møguleikan fyri at fáa ein mann á ting úr Norðoyggjum. Hann heldur, at serlig orka skal leggjast í at vinna veljarar í Norðoyggjum, tí at tað hevði helst verið ein tinglimur úr Norðoyggjum, sum hevði kravt minst vunnar atkvøður í mun til síðsta val.
- Sambandsflokkurin og javnaðarflokkurin eru viknaðir í økinum. Kristiligi Fólkaflokkurin hevði fyri nøkrum árum síðani ein mann í Norðoya valdømi. Um vit fáa tær atkvøðurnar, so kann Miðflokkurin fáa ein tinglim úr Norðoyggjum. Men vit skulu serliga leggja okkum eftir at fáa ein nátúrligan vøkstur. Tað vil siga, at vit fáa atkvøðurnar frá teimum veljarunum, sum atkvøða fyri fyrstu ferð, sigur Bill Justinussen.
landsfundurin samtykti eina yvirlýsing, sum fevndi um hetta:
-at etisku, moralsku og andaligu virðini verða raðfest í fremstu røð.
-at kristnu lívsvirðini, sum eru avgerandi grundarlagið undir samfelag og samfelagskipan okkara, verða vard og styrkt.
-einari rættvísari raðfesting av ríkidømi landsins.
-korunum hjá teimum veikastu samfelagsborgarunum, herundir ófødda barninum, teim gomlu og sjúku- og teimum, ið av ymiskum orsøkum eru tarnaði.
Somuleiðis varð samtykt at heita á landsstýrið um:
-at virka fyri, at ágóðin av sølu av tilfeingisrættindum í eini líðandi tilgongd gerst partur av inntøkum landskassans, tó uttan at leggja tilfeingisrentu á vinnuna.
-at virka fyri at rúsdrekkalógin verður broytt, soleiðis at hon verður nýtslutálmandi.
-at veita størri stuðul til felagsskapir, sum virka fyri at verja børn og ung móti rúsdrekka- og rúsevnismísnýtslu og fylgjunum av hesum.
-at bera so í bandi, at Føroyar taka virknan lut í alheimsgerðini, ikki bara sum eftirgevandi parturin, men eisini sum tann gevandi.
-at bøta um kor teirra veiku, sum hóast glottar eru, enn tørva hjálp, sum í grannalondum okkara verður mett sjálvsøgd. Her verður hugsað um bæði barnafamiljur, gomul, sjúk og fólk við serligum tørvi.