Miðfloksins missión: at sáða misnøgd og misálit ?

- aftursvar frá landsstýrismanninum í almanna- og heilsumálum til súru boðini frá landsfundi Miðfloksins

Hans Pauli Strøm
landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum

Í síni fundarsamtykt sigur Miðflokkurin um undirritaða, sum umsitur bæði almanna- og heilsumál, at "greitt er at landsstýrismaðurin megnar ikki at røkja bæði".
Eg brýggi meg illa um at gera tað, men tá ið Miðflokkurin roynir at sáða misálit um míni evni at røkja mítt starv, má eg svara aftur. Og eg kann illa gera tað øðrvísi enn at biðja lesaran sjálvan taka dagar ímillum, hvat ið henda samgongan hevur megnað á heilsu- og almannaøkinum í gott eitt ár, og hvat ið t.d. Miðflokkurin megnaði tey knappliga tvey árini hann ráddi fyri heilsumálum.
Hinvegin skilji eg væl, at tað má vera ein beiskur biti hjá Miðflokkinum at svølgja, at síggja hvussu hendan samgongan longu í sínum fyrsta ári fremur eina rúgvu av stórum politiskum málum á almanna- og heilsuøkinum. Ikki minst tá samanborið verður við tey tvey árini, Miðflokkurin sat og hugnaði sær í landsstýrinum við heilsumálum burturav - men kortini lítið og onki fekk av skafti.
So gallsúrur er Miðflokkurin um hetta, at nú biður hann landsstýrið býta almanna- og heilsumálaráðið sundur aftur, tí, sigur hann, "greitt er at landsstýrismaðurin megnar ikki at røkja bæði.".
Men lat nú lesararnar døma, hvør megnar hvat. Lat okkum samanberu tey tvey árini tá Miðflokkurin sat við heilsumálum einsamøllum, við tað eina árið Javnaðarflokkurin hevur umsitið bæði almanna- og heilsumál.í hesi samgongu.
Skjótt er at telja avrikini hjá Miðflokkinum. Tí har kom onki mál ígjøgnum á heilsuøkinum. Veit ikki um nakað. Eg skal ikki siga, at Miðflokkurin onki gjørdi tey tvey árini í landsstýr-inum. Jú, har vóru nógvir planir, og byrjað varð uppá nógv. Men Miðflokkurin megnaði ikki at fáa nakað sum hest ígjøgnum.
Vend kom í tá henda samgongan tók við. Og tað eru ikki smálutir, sum er komið av skafti.
Lat okkum fyrst taka heilsuøkið:
?Verklagslóg um talgilda heilsuskipan, og við hesum er størsta KT-verkætlan í Føroyum væl ígongd.
?Føroyar hava fingið sína fyrstu dopinglóg.
?3 lógir um løggilding ella autorisatión hjá heilsustarvsbólkum, ávikavist laborantum, radiografum og sjúkrarøktarfrøðingum.
?Nýggj tubbakslóg er løgd fyri løgtingið.
?Avgjald lagt á tubbakk og aðrar ikki-heilsugóðar vørur, m.a. fyri at útvega fígging til heilsuátøk um kostískoyti til skúlabørn.
?Nýggj sjúkrahúslóg er løgd fyri løgtingið.
?Nýggj lóg um fyribyrgjandi heilsutænastur fyri børn og ung er løgd fyri løgtingið - eitt mál sum úrslitaleyst stríð hevur staðið um í nógv ár.
?Gransking í mannaílegum, ella gengransking, er nú sett á dagsskránna við lóg sum er løgd fyri løgtingið - eisini eitt mál sum tøvt hevur verið í í nógv ár.
?Stór framtøk á psykiatriska økinum, sum er raðfest hægri enn í nógv harrans ár bæði í íløgum og rakstri. Økispsykiatriin er skipað og sett ígongd, og somuleiðis sosialpsykiatriin stovnsett og fingin væl ígongd, og innan fyri sjúkrahúspsykiatriina er barna- og ungdómspsykiatri skipað. Tað er tí burturvið at Miðflokkurin vágar sær í yvirlýsingini at grenja um at "psykiatriska økið ikki verður raðfest hægri". Tey tvey árini Miðflokkurin hevði ábyrgdina av psykiatriska økinum hendi onki ! Virðiligt var ikki klandrið millum báðar landsstýrismenninar á ávikavist heilsu- og almannaøkinum um hvør átti ábyrgdina av eini sosialpsykiatri, sum man ikki fekk ígongd.
?Vit kunnu fara víðari á heilsuøkinum og nevna, at á øllum trimum sjúkrahúsunum verða nú skipað diabetes-ambulatorium.
?Á Landssjúkrahúsinum verður skipað sonevnt palliativt toymið at veita doyggjandi sjúklingum serliga umsorgan.
?Eitt avrik hjá Miðflokkinum skal nevnast, nevnliga at skerja møguleikarnar hjá sjúklingum at koma til serviðgerð uttanlands í fjórða ársfjórðingi í 2003, samstundis sum ein fulltrúi varð settur burturav til at fylgja við gongdini og seta tiltøk í verk til tess at fáa betri tamarhald á gongdini á hesum kostnaðarmiklu kontoini.

Samstundis við hesum nógvu og stóru avrikunum á heilsuøkinum er eisini nógv spurst burturúr á almannaøkinum hetta góða árið.
?Størsta ódnartakið var at fáa nýggja føroyska barnaforsorgarlóg gjøgnum løgtingið - enntá einmælt samtykt..
?Samhaldsfasti er hækkaður fyri fyrstu ferð, sum fyrsta stigið í eini ætlan um ein reform á eftirlønarøkinum.
?Á pensjóns- og eldraøkinum er gjørdar fleiri ábøtur í lógarverkinum, sum hava verið kravdar í langar tíðir, m.a. um stuðul til umsorganararbeiði, um persónliga viðbót, um gjald fyri umlætting o.a.
?Og so til seinast - men ikki minst - so er vend komin í ta afturvendandi vánaliga støðuna á almanna- og heilsuøkinum viðvíkjandi mannagongdum, reglum og kunngerðum, sum á hvørjum árið hevur verið fyri lemjandi atfinningum frá lands- og løgtingsgrannskoðanini. Við støði í frágreiðingini hjá landsgrannskoðanini í ár skrivaði løgtingsgrannskoðararnir soleiðis í uppskoti teirra til samtyktar, sum herfyri var til viðgerðar á løgtingi:

"Løgtingsgrannskoðararnir hava í áravís átalað, at rúgvan av óloystum málum undir almanna- og heilsumálum veksur. Løgtingsgrannskoðararnir fegnast um, at henda gongd er vend" !

Um Miðflokkurin framvegis heldur, at almanna- og heilsuøkið eiga at býtast sundur aftur í tvey ráð og millum tveir landsstýrismenn, so kann grundgevingin so ikki verða, at hetta landsstýrið og hendan samgongan ikki longu higartil hevur megnað fult so mikið og væl meira aftrat enn tað, ið bæði Miðflokkurin og Tjóðveldisflokkurin tilsamans megnaðu á almanna- og heilsuøkinum tey knappliga tvey árini, teir høvdu ábyrgdina av hesum.
Ein av grundunum til at tað er gingið væl, er tað breiða samstarvið sum tað hevur eydnast at fingið um almanna- og heilsumál í løgtinginum. Her vil eg m.a. takka fyri gott samstarv, eisini við Miðflokkin, og vóna at tað kann halda fram.