Team Hulda fór í dag til Graz í Eysturríki, har tey skulu luttaka í eini world cup kapping. Hetta er liður í fyrireikingini hjá felagnum til HM í estetiskum fimleiki seinni í summar.
Fýra lið eru farin úr Føroyum at luttaka í kappingini í Graz. Team Hulda úr Havnar Fimleikafelag og Team Hydra úr Ljósinum kappast hjá kvinnunum, meðan Team Eina hjá Havnar Fimleikafelag og Team Vípan hjá Støkk kappast hjá kvinnuunglingum. Í báðum kappingunum eru 20 onnur lið við í kappingini.
- Vit eru sera spentar upp á kappingina, men tað er eitt sindur torført at siga, hvørjar vónirnar eru, tí vit hava ikki sæð hini liðini enn, sigur Elsa Anna Mohr, tá in.fo fekk orð á Team Huldu vesturi á flogvøllinum. Leygardagin skulu liðini kappast í innleiðandi umfarinum.
- Vit vóna kortini at vera millum tey 12 liðini, sum koma í finaluna sunnudagin. Allarhelst fara liðini úr Finnlandi og Russlandi at vinna kappingina, sigur Elsa Anna Mohr.
Næsta stóra avbjóðingin verður FM í estetiskum fimleiki í mai og síðani gongur leiðin til HM.