Miðjan verður avgerandi

- Boban er sterkasti vápnið hjá ÍF, so honum skulu vit steðga. Hetta sigur Eyðstein Elttør hjá Mjølni. Hann væntar eisini, at miðjan hjá Mjølni kann blíva sera avgerandi í steypafinaluni

FLOGBÓLTUR

Mjølnir hevur stórar traditiónir innan flogbóltin, har bæði kvinnur og menn hava nógv góð úrslit at vísa á. Í ár er tað tó serliga menninir, sum hava bitið frá sær, og hetta hevur givið úrslit í bæði landskappingini og í steypakappingini.
Í landskappingini hava verið tvey oddalið frá fyrsta umfari, og serliga ÍF hevur sett dagsskránna í bestu mansdeildini. Teir hava ligið á odda allan vegin, men Mjølnir hevur alla tíðina hingið væl í teimum. Í løtuni er munurin bert eitt stig ímillum hesa bæði liðini, so enn er einki avgjørt, hvat av liðunum fer avstað við meistaraheitinum.
Ikki var nógv liðið av kappingarárinum, áðrenn menninir hjá Mjølni høvdu tryggjað sær pláss í steypafinaluni. Teir vunnu nevniliga FK-kappingina, sum var í oktober mánaða, og nú bíða størstu kappingarneytarnir, ÍF, í finaluni.

- Teir kempa væl
Hjá Mjølni eru eisini allir mans tøkir til dystin, og Eyðstein Elttør sigur, at vísir liðið eitt sindur betri spæl, enn tað vísti í seinasta dystinum ímóti ÍF, so skal tað nokk ganga.
- Seinast vit møttu fuglfirðingum, tá taptu vit 3-0. Vit vóru tó rættiliga væl við, og spæla vit eitt vet betri enn tá, so ivist eg ikki í, at vit saktans kunnu vinna dystin.
Hann væntar tó ikki nakran lættan dyst, og metir, at ÍF hevur eitt sera gott lið á fleiri økjum.
- ÍF er eitt lið, sum kempar ótrúliga væl. Teir geva ikki upp, og serliga í gólvinum eru teir ótrúliga sterkir. Teir fáa nógvar ómøguligar bóltar upp aftur, og hetta er kanska størsta styrkin hjá teimum. Teir hava eisini Boban, sum er ein sera góður leikari. Hann er helst sterkasta vápnið hjá teimum, so honum skulu vit steðga.

Skulu fáa miðjuna við
Eyðstein heldur, at Mjølnir hevur góðar møguleikar at vinna dystin ímóti ÍF, og hann væntar, at miðjurnar kunnu fáa ein avgerandi leiklut í hesum dystinum.
- Vit hava tvær sera sterkar miðjur, og her eru vit helst sterkast í landinum. Fáa vit miðspæli at koyra, so vænti eg, at tað verður trupult hjá ÍF. Hetta krevur tó eisini, at móttøkurnar eru góðar, soleiðis at Bogi fær møguleikan at geva miðjunum góðar bóltar at spæla við. Bogi verður eisini ein týdningarmikil leikari henda dagin, tí hann hevur rutinu, og hann er helst besti hevari í landinum í løtuni.
- So hava vit eisini Vladi. Hann er ein sera góður leikari, og tað verur altavgerandi hjá okkum at fáa hann við í spælið leygardagin, leggur Eyðstein afturat.