Jan Müller
Vinnunevnd Løgtingsins hevur havt úr at gera hesar seinastu vikurnar við fleiri stórmálum. Tí hava ikki enn verið stundir til at viðgera uppskotið til 1. útbjóðing til oljuleiting. Men formaðurin í nevndini, Heine O. Heinesen er kortini bjartskygdur og heldur, at teir nokk skulu klára at avgreiða málið í januar sum ætlað. -Vit fara at hava 1. fundin um málið týsdagin 4. januar, og eg rokni ikki við, at vit fara at brúka meira enn eina viku til viðgerðina í nevndini sigur Heine O Heinesen. Hann vónar at kunna leggja málið fyri tingið umleið 10. ella 11. januar. Men um so er, at 1. tingfundurin ikki verður fyrr enn eina viku eftir tað, so verður málið at bíða til tá.
Formaðurin í Vinnunevndini heldur, at teir kunnu avgreiða málið við 3. viðgerð í tinginum seinnapartin av januar, soleiðis at útbjóðingin kann verða latin upp alment endan av januar.
Heine O Heinesen ætlar at kalla inn til fund í Vinnunevndini tey fólkini, sum hava verið við til at fyrireika uppskotið. Møguliga verða eisini onnur innkallað, um tað verður neyðugt. Sjálvur heldur hann ikki, at tørvur er á so drúgvari nevndarviðgerð, tí málið er so greitt sett upp og væl fyrireikað. Haraftrat kemur at sjálv rammulógin longu er komin í gildi.
Men hvat sigur formaðurin í Vinnunevndini so til tey sjónarmið, sum komu fram undir orðaskiftinum á tingi, og har ikki allir tingmenn eru á einum máli við landsstýrið?
-Sjálvandi skulu tingmenn hava loyvi til at koma við sínum sjónarmiðum, men eg haldi ikki talan er um so stórar ósemjur, at vit ikki kortini kunnu finna til eina breiða semju. Sjálvur vóni eg, at vit kunnu fáa eins breiða semju í hesum málinum sum tá vit samtyktu rammulógina og onnur oljumál.
Alment oljufelag
Heine O Heinesen er greiður yvir, at spurningurin um alment oljufelag kann koma at skapa røring í Vinnunevndini, ikki minst nú eisini Sambandsflokkurin er vorðin so heitur fyri hesum máli, men hann vísir kortini á, at landsstýrið er samt um hetta málið. -Samgongan er samd um ikki at taka eitt alment oljufelag við nú. Hvat viðvíkur royalty, partafelagsskatti og serskatti, so verða neyvan gjørdar broytingar í tí heldur stendur tað upp til samgonguna.
Útgerðarhavnin!
So er tað ?problembarnið? oljuútgerðarhavnin. Tað málið hevur Heine O Heinesen ikki hug til at gera stórvegis fleiri viðmerkingar til nú. Hann vónar ikki, at tað skal seta kílar restina av málinum og seinka eina møguliga útbjóðing.
Hann dylur ikki fyri, at tað er hansara persónliga meining, at tað vildi verið rætt at lagt eina oljuútgerðarhavn í Suðuroynni, har tørvur er á virksemi skal oyggin ikki doyggja út, og eisini tí hann m.a. ber ótta fyri tí yvirupphiting í sethúsaprísum, lønum ol. um oljuvirksemið verður savnað í høvuðsstaðnum. Har er jú longu so nógv virksemi frammanundan av ymsum slag. Hann vísir á, at vit longu nú síggja tekin til, at fólk eru farin at spekulera í sethúsum, nú ein oljuvinna stendur í durunum.
Hinvegin viðgongur tingmaðurin, at ein skal ikki vera professari fyri at síggja, at besta økið at leggja eina oljuútgerðarhavn er á Skálafjørðinum.
Hann heldur tað annars vera sera óheppið, um ein flokkur einsamallur leggur uppskot fyri tingið um, hvar ein oljuútgerðarhavn skal liggja, tí tá verður málið gjørt politiskt. Heldur eiga flokkarnir at tosa saman fyri at finna eina felags loysn. -Vit mugu gera alt fyri at sleppa undan at skula atkvøða í hesum máli, tí tá kann tað jú henda, at málið fellur, og hvat er tá vunnið hjá teimum, sum ynskja útgerðarhavnina í Suðuroynni spyr hann!
Sosialurin skilur annars, at tað er komin áheitan úr Suðuroynni á flokkarnar um at seta seg í samband við landsstýrið um málið. Floksformenninir fara tí helst ein av komandi døgunum at hava fund fyri at finna eitt felags stev.
Breiða semju
Formaðurin í Vinnunevndini sigur annars, at tað sjálvandi stendur limunum frítt at koma við broytingaruppskotum til 1. útbjóðing, sum hon nú liggur á borðinum, men hann ber ótta fyri, at tað kann koma at longja viðgerðina óneyðugt. Betur er at tosa seg til rættis í nevndini heldur hann. -Tað verður so mín uppgáva at finna eina so breiða semju sum gjørligt, og eg fari at gera alt eg eri mentur til tess. Hann leggur tó aftrat, at hann ætlar sær ikki at ganga ímóti landsstýrinum í hesum máli.