Miðla­fólk undir Vinnu­húsið

Allir sáttmálar á privata ar­beiðs­markn­að­inum á landi eru nú und­ir sama felag

1. apríl yv­ir­tók Før­oya Ar­beiðs­gev­ar­a­fel­ag sátt­mál­an við Føroysk Miðl­a­fólk frá Før­oya Blað­út­gev­ar­a­fel­ag.
Hesi seinnu árini eru fleiri og fleiri sátt­mál­ar komn­ir und­ir á­byrgd Før­oy­a Ar­beiðs­gev­ar­a­fel­ags, ant­in bein­leið­is ella við, at onn­ur ar­beiðs­gev­ar­a­fel­øg eru vorð­in lim­ir í Før­oya Ar­beiðs­gev­ar­a­fel­ag. Sát­t­málin millum Før­oya Blað­út­g­ev­ar­a­fel­ag og Før­oysk Miðl­a­fólk var hin síðsti, sum lá uttan fyri felagið.
Við hesum eru allir sátt­mál­ar­nir á priv­ata ar­beiðs­markn­að­i­num á landi und­ir Før­oya Ar­beiðs­gev­ar­a­fel­ag.