Miðlahúsið hevur í kvøld stórt tiltak í Vágsbotni, sum bjóðar live-tónleik, undirhald og eisini heiðran av U21 landsliðnum í hondbólti.
Janus W. Mortensen, Kim Hansen og Eyðun Nolsøe fara at hava framførslur, og Hilmar Jan Hansen og Heri Simonsen fara at undirhalda. Eisini verður høvið brúk til at heiðra U21 landsliðið í hondbólti, sum stóð seg so væl í HM-endapælsi í Algeria.
Tiltakið hjá Miðlahúsinum byrjar kl 22:00.