Miðlahúsið hevur teir mest kritisku miðlarnar

Útvarpið hjá Kring-varp-i-num og miðl-ar-nir í Miðlahúsinum eru mest álítandi, meðan Miðlahúsið, Oyggj-a-tíð-indi og Út-varp-ið hava mest krit-isku tíðindini

Nýggja kanningin sum Gall-up Føroyar hevur gjørt fyri út-varp-ið hjá Kringvarpinum vís-ir, at miðlarnir hjá Sos-i-al-i-num – Sosialurin, Rás 2 og Port-alurin eru mest kritisku miðlar í Føroyum.

Frá 27. mars til 10. apríl í ár spurdi Gallup Føroyar 512 fólk ymsar spurningar um miðl-ar. Nógvir av spurn-ing-u-num høvdu serlig atlit til útvarpið, men í øðrum før-um eru spurningar, har fólk skulu meta ímillum ymsu miðlarnar.

Í tí eina spurninginum vórðu fólk spurd, hvør av teim-um seks stóru miðl-u-num í Føroyum er mest krit-isk-ur við sínum tíðind-a-flutn-i-ngi.

Her svaraður fólk so-leið-is:


Miðlahúsið:    27%

Oyggjatíðindi    25%

Útvarpið        23%

Dimmalætting    12%

Sjónvarpið    11%

Norðlýsið    2%


Í einum øðrum spurningi vórðu fólk spurd, hvør av teim-um seks stóru fjøl-miðl-u--num hevur mest álítandi tíðindi.

Her svaraðu fólk so-leið-is:


Útvarpið        34%

Miðlahúsið    21%

Sjónvarpið    8%

Dimmalætting    6%

Norðlýsið    1%

Oyggjatíðindi    0%