Eins og undanfarnu árini verða Miðlahúsið og Miðlagarðurin í Vágsbotni opin alla ólavsøkuna. Tá flutt varð oman í Vágbotn í 2005 varð avgjørt at hava opið hús á tjóðarhátíðini, ólavsøku. Umframt at alt arbeiðsplássið, sum hýsir bæði skrivaðum, loft- og netmiðlum verður víst fram fyri ólavsøkugestum, so verður eisini skipað fyri ymsum tiltøkum. Afturvendandi tiltakið, Skemtitekningarnar hjá Óla Petersen prýða glasveggirnar, vestari endin av húsinum hýsir filmsrullunum “Føroyskar Søgur 2”, sum Substanz og EIK standa fyri, og í stóra hølinum og í Miðlagarðinum verður tónleikur.
Atgongumerkið er 120 kr. Men er tað eisini lutaseðil. Vinningarnir eru tveir semiflex ferðaseðlar á rutunum hjá Atlantic Airways, gisting og døgurði fyri tvey á Hotel Tórshavn og allar Skemtbøkurnar hjá Óla P. Aftrat hesum fáa øll, ið keypa atgongumerki, eina av bókunum hjá Óla P ókeypis. Har verður eisini ókeypis kaffi, te og køkur og SISU frá Føroya Bjór. Høvuðsstuðul til tiltøk í Miðlahúsinum er Føroya Banki.