Miðlahúsið til sølu – men Sosialurin fer ongan veg

- Vit hava ein 10 ára langtíðarleigusáttmála við P/F Valdemar Lützen. Hetta er ein sáttmáli, sum hvørgin parturin kann uppsiga, sigur Eirikur Lindenskov, ábyrgdarblaðstjóri.

Í dag er Miðlahúsið í Vágsbotni lýst til sølu á heimasíðuni betriheim.fo Talan er um gomlu handilshúsini í Vágsbotni, sum síðan 2005 hava hýst virkseminum hjá Sosialinum – og sum síðan tá hevur verið rópt »Miðlahúsið«. 

 

In.fo hevur í kvøld spurt ábyrgdarblaðstjóran á Sosialinum, Eirik Lindenskov, um tað merkir, at Sosialurin nú fer at flyta sítt virksemi úr Miðlahúsinum? 

 

– Nei, vit fara ongan veg. Vit hava ein 10 ára langtíðar leigusáttmála við P/F Valdemar Lützen, ið eigur bygningin. Hetta er ein leigusáttmáli, sum hvørgin parturin kann uppsiga. Tí hevur henda sølan ongan týdning fyri okkum. 

 

Eirikur Lindenskov visir á, at tey, sum eiga P/F Valdemar Lützen, hava sagt, at av tí at eingin í familjuni ætlar sær at brúka bygningin til nakað ávíst endamál, so hava tey valt at seta bygningin til sølu. 

 

P/F Valdemar Lützen keypti bygningin í 1953, tá handilsvirkið hjá Zachariasi Heinesen steðgaði. Heinesen keypti bygningin, eftir at Restorffshandilin fór á húsagang í 1927 - og handilsvirkið hjá Restorff keypti bygningin, eftir at Kongiligi Einahandilin gavst, eftir at fríhandil kom í Føroyum í 1856. 

 

Hóast handilshús hjá Ryberg vóru á staðnum í 1700-talinum, so eru Miðlahúsið og Reinsaríið bygd, eftir at stóru handilshúsini hjá Ryberg fóru í luftina í einum ódnarveðri 15. desember í 1815.