Finalan í Firmakappingini verður send beinleiðis á Rás2 Klokkan 19 byrjar finalan í stóru Firmakappingini hjá Rás2.
At byrja við vóru heilar 61 fyritøkur við í Firmakappingini. Fyrst vóru 30 innleiðandi kappingar og ein umdystur. Í 2. umfari vóru 15 kappingar. Síðani vóru 8 áttandapartsfinalur og fýra fjórðingsfinalur, og nú báðar hálvfinalurnar eru avgreiddar, hava heili 60 kappingar verið í morgunsendingunum hjá Rás2, síðani 13. november 2008.
Gráa Pakkhús hjá Skipafelagnum og Tryggingarfelagið Føroyar eru fyritøkurnar, sum hava vunnið seg í finaluna. Talan verður um eina spennandi finalu, sum ein kann nevna ?Slagið um Eystaruvág?. Fólk úr sama húsi, eru eisini á hvør sínum finaluliði, so har er ein uppgerð í uppgerðini.
Liðini fáa í finaluni 11 spurningar í part. Er javnt aftaná 11 spurningar, verður farið yvir til eykaspurningar.
James Olsen og Eyðfinn Drewsen vera vertir, og Heri Simonsen verður dómari.
Jákup Sverri Kass, marknaðarleiðari hjá Smyril Line kemur at handa vinnandi liðnum tann stóra vinningin. Vinningurin er ein ferð fyri heili 20 fólk við Norrønu, so nógv stendur uppá spæl hjá finaluluttakarunum. INN-handlarnir lata aðru virðisløn til tapandi liðið. Talan verður um 10 páskaregg.