Miðnámsflokkurin fær tríggjar tinglimir av Kambsdali

Stórur valfundur er á Kambsdali í morgun. Veljarakanning, sum varð gjørd mitt undir fundinum gevur Miðnámsflokkinum við Bergi Johannesen heilar tríggjar tinglimir. Unga einsamalla valevni hjá Miðnámsflokkinum datt ikki burtur í millum gomlu garvaðu politikarnar á valfundinum á Studentaskúlanum í Eysturoynni.Í øllum førum ikki fyrstu løtuna.

Í samband við valfundin vórðu veljarakanningar gjørdar bæði fyri og mitt undir fundinum. Fyrra kanningin gav Miðnámsflokkinum ein tinglim, og tá fundurin hevði vart í ein góðan tíma, varð nýggj kanning gjørd, og nú fekk Miðnámsflokkurin heilar tríggjar tinglimir.

Verður hetta úrslitið leygardagin mugu serfrøðingarnir uttan iva leggja høvdið á blot, tí flokkurin hevur bara eitt valevni. Og spurningurin hevði verið, hvør kundi siti á hinum báðum sessunum.

Men hóast Kári P. Højgaard og Høgni Hoydal við stórum íðinskapi tosa um, at Kambsdalur er framtíðin, og Kambsdalur rular, so er veljarakanningin neyvan eftirfarandi sum forsøgn fyri endaliga vali.