Við bjartari forsjón og vónríkum sinni,
fór vágbingur fúsur við roða á kinni
at festa í hugan ta stórbæru gerð,
tá bøkkin Annita tann fyrsta sker.
Her mentanarborgin ein dag skuldi standa,
av ungdómum glaðum her lív skuldi anda,
ein byrjan og barlast til lívsins kor,
so ljóðaðu tá nøkur fløvandi orð.
Øll frøddust, at ein av náttúrunnar skattum,
skal ríkast av vónríkum ungdómi -- lættum -
sum súgva skal í seg av vísdómsins keldu,
og anda náttúrunnar yndi og veldi.
Men so kom hann aftur - hin køvandi lógvin
- sum ferð eftir ferð sløkti lívið í nógvum.
Ein ísakøld hond og ein lemjandi gjóstur,
sum eyðræna skal hetta vónríka fostur.
Á Havrabø - vakrastu fløtu í Vági,
eitt herverk, sum valla eg orð fyri fái,
er framt - ei av drumbum ei heldur av dølgum
- men trúgv mær av landsins mætastu bjølgum.
At lokka við gomlum og útslitnum fólki
er ómanslig framferð - sum ríkur av skálki.
Ei "antin" vit góðtaka - enn minni "ella",
men bæði vit krevja - lat hamaran fella.
NePtuN