Miðnámsskúlin og maktin

Finnbogi Ísakson
??????
Tað er næstan spell, at stórmál sum Fámjinsskjalið og yvirtøkulógin hvørva í kjakinum um rundstykkir sunnudag og plasering av einum miðnámsskúla í Suðuroy. Vit kunna vera nøgd ella ónøgd við tað, sum løgmaður og danski uttanríkisráðharrin skrivaðu undir í Fámj-in. Vit kunna vera nøgd ella ónøgd við lógaruppskot, sum Fólkatingið og Løgtingið eru í ferð við at samtykkja um tey ríkisrættarligu viðurskiftini.
Men vit kunna ikki vera líka-sæl við hesi mál. Tey nema við grundleggjandi viðurskifti í okkara samfelag og hava avger-andi týdning fyri okkara fram-tíð. Tí áttu tey eisini at havt fremstu raðfesting í orðaskiftin-um í hesum døgum. Tað hava tey ikki.
Nú eru nokkso nógv ár liðin, síðani alt orðaskiftið í landinum snúði seg um, antin ein studentaskúli skuldi byggjast á Kambsdali ella í Gøtudali. Við bili tekur tað fáar minuttir ? 5 ella minni ? at koyra millum hesi bæði støðini. Kortini hevði tað heilt avgerandi týdning fyri summi, at skúlin skuldi vera á Kambsdali, og fyri onnur, at hann lá í Gøtudali.
Eru vit føroyingar spesialistar í at klandrast? Nú hava vit so fingið eitt flagg at klandrast um aftrat.
Tað er ringt at skilja, at tað skal hava nakran avgerandi týdning, um ein miðnámsskúli liggur í Vági, í Hovi ella á Tvøroyri. Tað er ikki langt ímillum hesi plássini. Rætt er tað, at vegaútbyggingin í Suðuroy er dragnað afturút í mong ár. Tað var tann tí, í 60-unum, at vit norðoyingar gløddu við, tá vit komu til Suðuroyar og upp-livdu tað góða vegasambandið. Smiril var hafturímóti einki at reypa av, heldur ikki tann fyrsti Smyril.
Nú er vent í holuni. Í ár kemur ein nýggjur Smyril, ið er so stórur, góður og siglir so skjótt, at í roynd og veru verður talan um eitt flótandi vegasamband millum Suðuroynna og meginøkið. Tá tunnilin millum Øravík og Hov er liðugur, fer tað ikki at taka langa tíð at koyra millum høvuðsplássini í oynni, Tvøroyri og Vág. Úr Vági og til Sumbiar er eisini gott vegasamband. Tunlarnir í norðaru helvt av oynni eru afturímóti ikki tíðarhóskandi longur.
Hvar er trupulleikin við, at miðnámsskúlin verður bygdur í Vági, har tað ? verður sagt ? longu eru brúktar 8 miljónir til endamálið? Eg man neyvan vera einsamallur, tá eg sigi, at eg skilji ikki viðgerðina hjá løgmanni av hesum máli. Mær tykir ? fyri at siga tað bart út ? at Jóannes Eidesgaard ber seg ikki at sum løgmaður í hesum máli, men heldur sum lokalpolitikari á Tvøroyri.
Tað einasta avgerandi tykist at vera, at skúlin skal ikki liggja í Vági. Hann skal til Hovs, sum liggur nærri Tvøroyri og møgu-liga sum kommuna verður løgd saman við Tvøroyrar Kommunu. So er skúlin hóast alt innan fyri tað rætta kommunu-markið.
Hovi er uttan iva eitt hugnaligt pláss og hovbingar eisini sum fólk. Men har er ikki nógv at fara til. Ung, sum ganga í miðnámsskúla, fara væntandi ikki at búgva í Hovi. Tey skula koyra í og úr skúla. Skula tey eisini koyra til Vágs ella Tvøroyrar, hvørja ferð ein frítími er, verður nógv koyring.
Landsstýrið hevur ? við vilja ? fløkt hetta mál saman í ein ellibita við at bjóða vágbingum eitt ellis- og røktarheim í staðin fyri ein miðnámsskúla. Hesi mál hava als einki hvørt við annað at gera og áttu at verið viðgjørd hvørt sær. Hetta er einki uttan ein roynd at gera ein rossahandil. Tað er eisini vert at hava í huga, at landið rindar kostnaðin av skúlanum, meðan kommunurnar skula taka stig til ellis- og røktarheimið.
Tað er einki at siga til, um flestu vágbingar heldur vilja hava skúlan. Tað er munur á at fáa eitt heim við fólkum, sum skula hava hvíld og røkt sínar seinastu dagar, og so ein skúla við fólkum, sum hava lívið framman fyri sær.
Nú kom so Vágs Býráð við einum tilboði um realitetssamráðingar við Tvøroyri um kommunusamanlegging, og Tvøroyrar Býráð tekur einmælt undir við hesum. Tann møguleikin hevur ligið langt burturi frammanundan. Løgmaður er skjótur at boða frá, at hetta broytir einki í støðutakan Landsstýrisins viðvíkjandi miðnámsskúlanum. Hann hevði møguleikan at fáa eina søguliga hending framda, men valdi at avhøvda møguleikan fyri einari kommunusamanlegging millum tær stóru kommunurnar í Suð-uroynni nú ? og væntandi langt fram í tíðina.
Hvat er tað, sum gongur fyri seg? Tá politikarar fløkja mál upp í ein strúgva, fái eg altíð illtanka um, at okkurt býr undir. Og mong munna taka tað illa upp, tá eg eri so bersøgin at siga, at eg haldi spurningin um makt búgva undir.
Tað er jú alkunnugt, at í mong Harrans ár hevur Javnaðarflokkurin havt ræðið í størstu kommunu í oynni, hóast nøkur undantøk hava verið. Tað hevur ikki ongan týdning fyri ein flokk at hava so stórt vald í einari stórari kommunu, sum Javnaðarflokkurin hevur á Tvøroyri. Tann maktin ávirkar eisini umboðanina á Løgtingi.
Verða kommunurnar í oynni lagdar saman, minkar møguleikin hjá Javnaðarflokkinum at varðveita sína stóru makt á kommunala økinum. Tað kann fáa heilt stóran og negativan týdning fyri flokkin.
Man tað vera so livandi galið, at mín illtanki er rættur? At javnaðaroddafólk á Tvøroyri vilja als ikki hava eina kommunusamanlegging, tí at hetta fer at minka um teirra vald? Tað verður spennandi at síggja.