Miðnámsskúlin í Suðuroy á tingborði

Nýggi miðnámsskúlin í Suðuroynni verður nú lagdur fyri tingið.

Talan er um eitt stórmál - eitt stórmál fyri ungdómin, mentanina og vakstrarmøguleikarnar í Suðuroynni.
Skúlin, sum arkitektavirkið hjá Árna Winther hevur teknað, kemur at liggja vesturi við Vatni í Vági. Hann kemur at kosta 45 mió.kr., og kemur at liggja í einum sera náttúruvøkrum og friðsælum umhvørvi, har ítróttarøkið liggur stutt frá.
Roynt hevur verið at fáa allar kommununar í oynni at standa saman um at byggja eitt meginbókasavn saman við miðnámsskúlanum, men tíverri taka fleiri teirra ikki undir við hesi ætlan, og verður tí teirra partur goldin av hinum kommununum í oynni.
Skúlin og skúlans partur av bókasavninum kemur at kosta 45 mió.kr., meðan kommnunar koma at rinda góðar 5 mió.kr. fyri teirra part av meginbókasavninum.
Nýggi miðnámsskúlin í Suðuroy er ætlaður 150 næmingum, og hann verður liðugur í 2006.
Hann er nakað seinkaður av samráðingunum um meginbókasavnið, men tá løgtingið hevur samtykt málið beint eftir páskir, verður farið undir at grava út longu nú í summar.
Fyri 4 - 5 árum síðan skutu teir í javnaðarflokkinum upp at umvæla gomlu kommunuskrivstovuna í Vági til miðámsskúla. Hetta hildu vit í samgonguni lítið skil vera í.
Heldur ikki halda vit nógv skil vera í stríðnum hjá Johan Dahl í at fara undir aðrar skúabyggingar í staðin fyri.
Hann heldur, at samfelagsorkan á hesum øki er frægast farin í meginøkinum, og at stórsti tørvur er á at byggja ein tekniskan skúla og ein handilsskúla í Havn nú beinanvegin.
Hann skjýtur einsamallur upp í tingmál nr. 86 at fara undir hesar skúlar beinanvegin.
Í grein í Dimmalætting um dagarnr ivast hann harafturat í, um hetta við nýggjum miðnámsskúla nú eisini er tað rætta fyri ungdómin í Suðuroynni.
Andstøðan hevur soleiðis eina heilt aðra áskoðan á henda týdningamikla spurning, enn vit í samgonguni hava.
Samgongan raðfestir skúlabygging høgt, og fer eisini undir at byggja í miðstaðarøkinum. Men raðfesting okkara er nakað øðrvísi enn tann hjá andstøðuni.
Vit halda, at miðnáms-skúlin í Suðuroynni eigur at raðfestast fremst av øllum, og hava tí sett uppskot fram um at byggja hendan skúla beinanvegin, og hann stendur væntandi liðugur í 2006.