Miðróðurin var stóri munurin

Eftir at Eysturoyingur hevði havt góðan start og hevði lagt seg á odda, svaraðu klaksvíkingar sannførandi aftur

10-MANNAFØR

Eingin ivi tóktist á fyrstu 100-150 metrunum at skula vera um, at Eysturoyingur leygardagin á Kollafirði enn eina ferð skuldi seta allar hinar so dyggiliga upp á pláss.
Guli báturin leyp avstað, og tá ið hinir fóru niður á lunnarnar, høvdu teir orku og dirvi til umborð á Eysturoyingi at taka 20-30 spurttøk afturat. Tað bar við sær, at Eysturoyingur stakk seg tríggjar fjórðings bátslongd framum kappingarneytarnar.
- Stýrimaðurin segði okkum, hvussu støðan var. Hann segði eisini, at tá ið bæði teir og vit fóru undir miðróðurin var tað skjótt, at vit fóru at taka okkum inn á hann aftur. Tá ið vit fóru um 1000 metra málið, lógu vit stavn um stavn, og so skilti eg tað soleiðis, at vit høvdu hug at leggja okkum fram um, og tað megnaðu vit so at halda, greiðir Svein Rógvi Nielsen, bátsformaður á Klaksvíkingi, frá.
Eysturoyingur plagar at smekka til, tá ið aðrir hava roynt at leggja seg upp á síðuna av honum. Roknaðu tit ikki við, at hetta fór at endurtaka seg?
- Eg sigi fyri meg, at eg roknaði við, at mótstøðan fór at verða ógvuliga stór í endaspurtinum. Eysturoyingur er jú kendur fyri at hava sera góðan endaspurt, men hesa ferð megnaðu vit at halda teimum. Vit fóru eitt sindur frá teimum í síðstu tøkunum, og vit vóru so mikið fremstir, at vit tordu at reisa okkum beinanvegin í fagnaði yvir sigurin.
At tað í løtuni bara eru tvey 10-mannafør, ið kunnu roknast sum møguligir vinnarar, vísa tíðirnar á Sundalagsstevnuni. Eysturoyingur var 1.52 sekund aftanfyri Klaksvíking. Tað svarar til hálva bátslongd, so har var tætt. Frá Eysturoyingi og aftur til Havnarbátin á triðja plássi vóru fimtan sekund!
Skálabáturin lá góða løtu á triðja plássinum, sum teir ætlaðu sær, men tað gekk, sum tað gjørdi í Klaksvík. Í endaspurtinum var Havnarbáturin drúgvari enn Skálabáturin. Munurin var skuturin. Skálabáturin var eina bátslongd frammanfyri Vestmenning, sum var gott og væl leysur av Nólsoyingi.
Vágbingur, sum ikki luttók á Norðoyastevnu, bjóðaði seg fram hesa ferð. Enn er venjingarstøðan ikki góð, og Vágbingur var væl aftastur. Men tað kann væl fara at vísa seg, at royndu rógvararnir fara at standa seg betri í næstu kappingunum.

10-mannafør
1Klaksvíkingur08:49.21
2Eysturoyingur08:51.13
3Havnarbáturin09:06.13
4Skálabáturin09:07.22
5Vestmenningur09:10.12
6Nólsoyingurin09:15.18
7Vágbingur09:58.18