Nú eru vit aftur 52.000 fólk í Føroyum. Tað vísir tann seinasta uppgerðin hjá Hagstovuni. Uppgerðin vísir, at eftir at fólkatalið minkaði nakað í heyst í sambandi við at ungfólk fara av landinum at lesa, var fólkatalið aftur komið upp á 51.999 fólk tann fyrsta november. Men hesi seinastu árini, er fólkatalið vaksið 70 fólk um mánaðin í miðal, so í dag eru yvir 52.000 fólk í Føroyum.
Sostatt er fólkatalið vaksið 806 fólk hetta seinasta árið og fremsta orsøkin til tað er, at 272 fleiri børn eru fødd enn tað eru fólk, sum eru deyð og harafturat eru 534 fleiri fólk flutt til Føroya enn tað eru flutt úr Føroyum
Men tað er ógvuliga ymiskt, hvussu fólkatalið veksur kring landið, tí tað er greitt, at tað er miðstaðarøkið, serliga Havnin, Eysturoy, Norðoyggjar og Vágar, sum fer við tí mesta av vøkstrinum.
Lutfalsliga var størsti vøksturin í Vágum, har fólkatalið vaks 2,4 prosent, Eysturoy vaks tað 2,3 prosent og í Tórshavnarøkinum og í Norðoyggjum, vaks fólkatalið 1,6 prosent á hvørjum staði
So er eitt glopp niður til Norðurstreymoy, har fólkatalið vaks 0,5 prosent og í Suðuroy vaks tað 0,4 prosent. Sandoy er einasta økið, har fólkatalið er minkað, tí har er tað minkað 0,2 prosent.
Suðuroyggin og Sandoy eru eisini einastu øki í landinum, har tað doyggja fleiri fólk enn tað eru børn, sum verða fødd, og sostatt er burðaravlopið negativt. fólkavøkstrinum fyri alt landið.
Í Eysturoy býr næstan 23 prosent av føroyingum, men tey fingu 33 prosent av fólkavøkstrinum. Í Havn búgva 38 prosent av fólkinum, men tey fáa 40 prosent av fólkavøkstrinum.
Í Norðoyggjum búgva 12 prosent av fólkinum, og vøksturin her svarar júst til teirra part av øllum fólkatalinum.
Í Vágum búgva stívliga 6 prosent av fólkinum, men teirra partur av vøkstrinum var 10 prosent. Í Suðuroy búgva 9 prosent av fólkinum, men teirra partur av fólkavøkstrinum var bara 2,5 prosent.