Miðvøllurin verður væl mannaður

Hóast teir í NSÍ siga seg rokna við betri úrsliti hesa ferð enn í Georgia, so ætla teir ikki at spenna álopsbogan

Eitt tað undarligasti kapitli í altjóða føroysku fótbóltssøguni varð skrivað í 2004. Ta ferðina spældi HB í innleiðandi umfarinum í meistarakappingini ímóti FC WIT Georgia. Á útivølli legði HB rygg til 5-0 tap. Kortini gjørdist tað heilt spennandi, tá ið georgiska liðið vitjaði í Gundadali. HB vann 3-0, og fram ímóti dystarenda hómaðist møguleikin fyri, at HB skuldi taka stóra tapið á útivølli aftur.

NSÍ tapti týskvøldið 3-0 í Georgia. Í annaðkvøld eigur NSÍ heimavøll ímóti georgiska liðnum, sum kom til Føroya í gjár, men ætlanirnar hjá NSÍ eru ikki at leypa á við nógvum fólki:

- Har niðri spældu vit í 1. hálvleiki 4-1-1. Tá skoraðu teir skjótt trý mál. Í 2. hálvleiki hildu teir fram við høgari ferð, men vit megnaðu í nógva hitanum at halda tætt. Orsøkin var fyrst og fremst, at vit umskipaðu soleiðis, at vit vóru í 4-5-1 uppstilling. Tá fingu vit betri fatur á fínu sentralu miðvallarunum og síðuspælarunum, og tað ætla vit eisini at gera í morgin, sigur Pauli Poulsen, sum í Georgia hevði ábyrgdina av NSÍ liðnum.

Harvið er ikki sagt, at teir í NSÍ ikki vóna, at tað skal eydnast at flyta liðið longri fram enn í georgiska hitapottinum, og at tað harvið skal eydnast at spæla seg til málmøguleikar. Men talan var ikki um fyrilitarleyst álopsspæl.

- Vit eiga bólttryggar sentralar miðvallarspælarar, og vit skulu royna at halda upp á bóltin. Tað er í sær sjálvum avbjóðing, tá ið trýstið er so stórt, heldur Pauli Poulsen, sum minnist aftur á, hvussu væl georgiska liðið dugdi við diagonalsendingum at fáa NSÍ liðið út av javnvág og harvið at nýta nógva orku.

- Í hitapottinum, sum vøllurin var, megnaðu okkara at arbeiða nógv og hart og at halda tætt síðsta tíman. Krøvini verða tey somu í morgin. Tað vil siga, at vit mugu liggja væl tættari í teimum, enn vit gjørdu fyrsta hálva tíman, tá ið teir tóku okkum rættuliga av fótum.

Tá ið vit fregnast eftir, hvørjar av georgisku spælarunum tað serliga skal leggjast til merkis, vísir Pauli Poulsen á fleiri:

- Teir vóru í 4-2-3-1 uppstilling. Sentralur aftanfyri fremsta mannin var nr. 10. Tað sigst, at fleiri feløg í Vestureuropa hava áhuga í honum. Nr. 18 er liðformaður og spælfordeilari á verjukendum sentralum miðvallarplássi. Hann og 8arin stóðu seg væl, og so høvdu teir heilt góðar spælarar í síðunum, sum eru nummar 21 og 49. Men bæði sum einstaklingar og lið eru teir væl yvir okkara støði, hóast teir framvegis fyrireika seg til landskappingina, sum teir ikki enn eru farnir undir.