Miðvís stovns­røkt gevur úrslit

Tað kemur ikki óvart á íslendsku fiskifrøðingarnar, at skip og bátar fáa meiri av stórum toski nú enn fyri nøkrum árum síðani

– Tað, sum vit nú síggja, er úrslitið av reglunum um, hvussu nógvan tosk vit kunnu fiska, og hvussu nógv vit kunnu taka burt­ur úr stovninum, sigur Björn Ævarr Steinarsson, sum er fiskifrøðingur á hav­rannsóknarstovuni í Reykjavík, við Morgun­blað­ið.
Hann sigur, at málið við at avmarka fiskiskapin eftir toski er at fáa mest møguligt burtur úr stovninum yvir eitt longri áramál. Her­um­framt hevur tann politiski myndugleikin sett eitt minstamark fyri, hvussu stór­ur gýtingarstovnurin skal verða í 2015.
Íslendsku fiski­frøðing­ar­nir søgdu í fjør, at toska­stovnurin fór at verða størri í ár, og tað fer vænt­andi at síggjast aftur í kvotu­ásetingini fyri næsta fiskiár.
– Okkara royndir vísa, at tað er vorðið munandi meiri av stórum toski tey seinastu árini, og tað, sum vit nú hoyra frá góðum fiskiskapi, samsvarar eisini við tað, sigur Björn Ævarr Steinarsson.
Havrannsóknarstovan hevur júst gjørt tær ár­ligu vármátingarnar av toska­stovninum, og úrslitið kemur tíðliga í næsta mánað.