FSF-uppgerð
Drúgvasti formaðurin í FSF-søguni, Tórleif Sigurðsson, róði longu fyri trimum árum framundir, at tað væl kundi vera so, at ein tiltrongd útskifting av nevndarlimunum stóð fyri framman.
Longu á aðalfundinum í 2001 helt hann fyri, at tað kundi vera sera óheppið, at talan at kalla altíð var um afturval av somu nevndarlimum. Í formansfrágreiðingini ta ferðina helt formaðurin fyri at »Flestu nevndarlimirnir í FSF hava sitið í mong ár í nevndini. Hetta ávirkar virkisfýsnið, og vil eg heita á mínar samstarvsfelagar í nevndini um til eina og hvørja tíð at vera kendir við støðuna«.
Tað er lítið at ivast í, at hetta var ein beinleiðis áheitan til bæði feløg og nevndarlimir um, at tað helst vildi verið upp á sítt pláss við eini útskifting, og at formaðurin við hesum kanska vildi heita á nakrar nevndarlimir um sjálvir at finna hurðina, áðrenn onnur gjørdu tað fyri teir.
Síðani hevur tað so víst seg, at hóast hesi orðini, so er Torleif Sigurðsson sjálvur tann einasti av táverandi nevndarlimunum, sum sjálvur hevur funnið hurðina. Men tað merkir so á ongan hátt, at útskiftingin er steðgað.
Á aðalfundinum fyri tveimum árum síðani varð Jákup Simonsen at kalla varpaður út, tá hann meira ella minni gjørdist offur í taktiska spælinum um, hvør skuldi verða eftirmaðurin hjá Tórleif Sigurðsson. Og fyri einum ári síðani tvetti Børge B. Hansen í seinastu løtu handklæðið í ringin, tá tað stóð greitt í bæði sól og mána, at mótvalevni hansara til sessin sum næstformaður, Niklas á Líðarenda, fór at fáa dygga undirtøku frá aðalfundinum.
Miðvís útskifting
Tað vil við øðrum orðum siga, at av teimum, sum ígjøgnum eitt drúgt áramála hava mannað nevndina í FSF, eru tað bert Jens Erik Magnussen, Óli Holm og núverandi formaðurin, sum eru eftir, og í eini sjey-manna nevnd er tað ikki nóg mikið til at tryggja eini innanhýsis uppbakking av verandi formanninum.
Hetta tykist tó ikki at nerva Dánjal Andreasen. Her á blaðnum fingu vit ikki orðið á formannin, áðrenn blaðið fór til prentingar í gjár, men við Dimmalætting segði hann, at »Tað er aðalfundurin, sum ger av, hvør skal vera formaður, og ikki starvsnevndin«, men hann viðgekk tó samstundis, at tað væl kundi vera, at hansara støða var viknað nakað, tá hansara egna nevnd ikki tekur undir við sær.
Men stori spurningurin í øllum hesum tykist vera, hvørt tíðin hjá »gomlu« nevndarlimunum ikki er um at vera runnin. Og onkursvegna tykist gongdin síðani formansrøðuna í 2001 vera tann, at ein miðvís útskifting av nevndini er í ferð við at fara fram.
Tað skerst heldur ikki burtur, at hesa fjorðingsøldina, sum FSF hevur verið til, hava nevndirnar í flestu fótbóltsfeløgunum kring landið verið ígjøgnum eitt ættarliðsskifti, og tí hava teir »gomlu« kanska ikki heilt so gott tak á viðleikarunum longur, sum teir áður hava havt, og kanska verður teirra arbeiði ikki longur virðismett eins høgt longur, sum tað áður hevur verið.
Tí tykist tað í løtuni standa greitt, at tíðarskeiðið hjá eini drúgvari nevnd í føroyskum ítrótti er um at vera runnið. Danin vildi kanska sagt, at ein epoka nú er um at vera av, og kanska var tað hetta, sum Torleif Sigurðsson hevði lagt til merkis longu, tá hann sat og skrivaði formansfrágreiðingina tíðliga í 2001. Og kanska hevði hann eisin longu tá tikið sína egnu avgerð um, at hann tá fór undir sítt seinasta ár sum føroyski fótbóltsbossurin.