Miðvís undirvísing um kristna lívið

Klaksvík: Í vetur hava tey í KFUM&K sett sær fyri at undirvísa fólkini í samkomuni um, hvat kristna trúgvin og kristna lívið bera í sær.

Skeiðini verða hildin triðja hvørt mikukvøld, og verða skipað sum undirvísing og bólkaarbeiði. 

Byrjað varð 1. september við at siga frá, hvør Gud er, og síðani verður hildið á út í apríl mánað komandi ár. Tey seinastu skeiðini taka upp evnir, sum til dømis felagsskapin og náðigavur, og sum kunnu ávirka kristna lívið og meinigheitslívið hjá tí einstaka. 

Næsta skeiðið verður mikukvøldið 3. oktober.