Miðvís venjing

Hetta heldur Páll Poulsen er størsta orsøkin til, at Neistin leygardagin kundi taka ímóti gullmerkjunum

Jákup Mørk


Páll Poulsen, sum í vetur hevur havt ábyrgdina av neistaliðnum, sigur, at miðvís venjing hevur verið størsta orsøkin til, at Neistin loksins kann kalla seg føroyameistara hjá monnunum.

- Vit hava alla tíðina roynt at betra um avrik okkara, og hvørja ferð vit møtt einum trupulleika, hava vit roynt at funnið út av, hvussu okkurt møguliga kann gerast betri, heldur venjarin fyri.

Eitt nú vísir venjarin á, at teir ofta hava havt trupulleikar, tá hini liðini hava vart offensivt, og í steypafinaluni mistu teir sigurin á gólvið, eftir at Áki og Heini vórðu mansvardir.

- Í landskappingini eru avrikini bara vorðin betri og betri, heldur Páll sjálvur, og sum dømi um hetta vísur hann eisini á, at menn hansara ikki hava tapt landskappingardyst, síðani teir í november mánaði vitjaðu í Vestmanna.

Nú kann venjarin so fegnast saman við leikarum sínum, men sum hann sigur, so liggja nógvir stravnir venjingartímar aftan fyri gullmerkini.


Gleðast

Tá vit spurdu venjaran, hvat næsta málið hjá liðnum skuldi vera, var svarið, at nú sleppa teir ikki longur. Europa-Cup hava teir so ikki tosað um enn, tí sum hann sigur, so hava teir bert hugsað um heimligu kappingina.

- Nú skulu vit bara vera glaðir, vóru seinasta orðini frá venjaranum