Miðvingar stuðla børnum í Kirgistan

Við familjugudstænastuna í kirkjuni í gjár, fingu miðvingar høið at stuðla tiltakinum Christmas Child.

Nógv var gjørt burtur úr í Miðvági, í samband við stuðuls tiltakið Christmas Child.

- Tí varð rættiliga góður stemmningur í kirkjuni og Missiónshúsinum í Miðvági, verður sagt haðani.

Presturin, Inga Poulsen Dam skipaði fyri hesi familjugudstænastuni, har Jónleyg á Løgmansbø eisini fortaldi eina søgu, og barnakórið úr Missiónshúsinum hevði eina góða framførslu. Aftaná gudstænastuna var drekka í Missiónshúsinum. Íalt vóru savnaðar 121 eskjur inn hesa løtuna.

Jólapakkarnir í ár verða lætnar børnum í fátæka landinum Kirgistan. Hesar gávur skapa gleði og vón í einum fátøkum barnahjarta. Ì fjør fóru nærum 4900 skógvaeskjur til landið, ið er grannaland við Kina.

(Mynd: Mikkjal Olsen)