Miðvingur var best av øllum

Trý FM heiti fóru vestur eftir – eitt til Miðvágs, eitt til Vestmanna og eitt til Kvívíkar

Tríggir bátar vunnu FM við fullum stigatali. Umframt 6-mannafarið Lóm hjá Argja Róðrarfelag vóru tað 5-mannafarið Havfrúgvin úr Vestmanna við kvinnum og 8-mannafarið Miðvingur.
Í 50 ár hevur Útvarpssteypið verið handað, og tað verður tað framvegis.
Tá ið steypahandanin var eftir róðurin ólavsøkuaftan, handaði Kaj Leo Holm Johannesen løgmaður Útvarpssteypið til 8-mannafarið Miðving. Um fleiri bátar eru javnir í stigum, tá ið róðrarárið er liðugt, so verður steypið handað tí bátinum, sum hevur víst besta avrikið á Ólavsøku.
Henda heiðurin vann Miðvingur, sum vann FM við fullum stigatali. Miðvingur hevur vunnið FM tvær ferðir áður – í 1988 og 1993 – men hetta var fyrsta ferðin, at tað eydnaðist 8-mannafarinum úr Miðvági at vinna meistaraskapin við fullum stigatali.

Junkarin
Kvívík er gomul kappróðrarbygd. Kvívíkingur og Junkarin hava vunnið nógvar sigrar og FM heiti.
Í ár hevur tað verið dreingjamanningin í barnaróðrinum, sum hevur drigið gull og skreyt til Kvívíkar. Junkarin hevur vunnið allar róðrarnar, og allar ferðirnar hevur tað verið í tættari kapping við Fípuna Føgru úr Klaksvík.
Tí var tað longu undan Ólavsøku greitt, at FM gullið fór til Kvívíkar.
Klaksvíkingar hava hildið seg havt møguleika at vinna hvørja ferð, síðani teir á Norðoyastevnu orduliga vórðu settir upp á pláss, men Junkarin hevur støðugt megnað at hildið tørn um oddasessin.
Ólavsøkuaftan megnaði Fípan Fagra at taka Junkaran og harvið at vinna fyri fyrstu ferð í ár.

Havfrúgvin
Kvinnurnar úr Vestmanna hava verið sera sannførandi alt kappingarárið, og heldur ikki í ólavsøkuróðrinum var nakar slingur í valsinum hjá teimum úr Vestmanna.
Havfrúgvin legði seg framum kappingarneytarnar beinanvegin, og hvíti báturin við grøna stokkinum og gulu rondini helt tørn um oddasessin allan tann stutta róðrarteinin.
Tá ið bátarnir fóru framvið Molanum varð munurin aftur til næstu bátarnar stútt og støðugt øktur, og á málinum var Havfrúgvin tað mesta av tveimum bátslongdum frammanfyri Blik av Argjum, sum allar sey ferðirnar hevur vunnið silvurplássið.

Miðvingur
Undan ólavsøkuróðrinum var tað ávísur spenningur um, um tað fór at eydnast Miðvingi eisini at vinna síðsta róðurin, ella um tað fór at eydnast onkrum av avbjóðarunum at gera bart. Argjabáturin hevur verið fremsti avbjóðarin mest sum alt kappingarárið.
Upp undir Ólavsøku vórðu Kvívíkingur og Nevið Reyða nevndir sum møguligir outsidarar, men tá ið alt kom til alt, so var tað eingin, sum skalaði Miðving. Hann var meiri enn eina bátslongd undan næsta avbjóðaranum.
Nevið Reyða var væl við og eina løtu á odda, og tað eydnaðist Nevinum, sum var mannað við royndum rógvarum, ið áður hava eitt nú verið við Klaksvíkingi, at vinna tøttu kappingina um næstfremsta plássið við Argjabátin og Kvívíking.